Hóast liðformaðurin hjá HB, Fróði Benjaminsen, hevur verið nógv frammi í áravís, var hetta bara hansara næsta meistaraheitið, nú hann vann tað við HB. Fyrra ferðin var í 2005, tá hann gjørdist meistari við hinum havnarfelagnum, B36.
– Eg havi bara vunnið eina ferð fyrr, so hetta er avgjørt stuttligt. Eg eri sera stoltur í dag, og hetta hevur verið eitt sera gott ár frá okkara síðu, staðfesti toftamaðurin leygardagin, tá hann hevði fingið gullheiðursmerki um hálsin og stóð errin við steypinum í hondini.
– Vit hava koyrt rímiliga stútt, men ímóti endanum slakkaðu vit kanska nakað nógv av, so vit ikki fingu øll tey úrslitini, vit skuldu hava. Men hetta hevur alíkavæl verið eitt gott kappingarár hjá okkum. Vit vildu vinna í dag, tí vit ætlaðu okkum at fáa 55 stig, og tað fingu vit so eisini.










