Eitt sendiboð til smáplássini

- Endamálið við ferðunum var stutt og greitt at boða evangeliið, allar staðir har vit komu við Sendiboðinum, sigur Jógvan Gerðalíð úr Klaksvík.

92 ára gamli klaksvíkingurin var ikki so nógv við á hesum ferðunum, tí hann var bóndi og hevði neyt sum skuldu ansast hvønn einasta dag. Tað var sum oftast um kvøldið ella sunnudagar at Jógvan Gerðalíð var við Sendiboðinum.

Fyri gamla, men kortini virkna andaliga stríðsmannin vóru hetta minniligar ferðir og sera ríkar løtur, ikki minst tí at Victor Danielsen hevði so góð evni at koma í samband við fólkið á staðnum.

- Hann var sera effektivur, og brúkti hvørja løtu til eitthvørt andaligt arbeiði, greiðir Jógvan Gerðalíð frá.

Seinast í 40’unum, sum var um tað mundið at teksturin til Bíbliuna varð settur, hevði Victor Danielsen royndarprent av henni við sær umborð á Sendiboðið bæði til rættlestur og til upplestur.

Á eini av hesum ferðum stendur skrivað í dagbókini hjá bátinum fyri 8. juli 1947: »Lisið verður av og á í einum royndarprenti av teirri føroysku Bíbliuni. Flest allir halda málið vera toluliga gott, kanska í fornara lagi«.

- Jú, Victor Danielsen var ein ótrúligur prædikumaður, staðfestir Jógvan Gerðalíð.


Spiltur møguleiki

Jógvan Gerðalíð var sjálvur ikki við í hesum serstaka háttinum at boða evangeliið at byrja við.

Tað vóru aðrir menn úr samkomuni, sum fingu hjarta fyri at røkka fólkinum á smáplássunum við boðskapinum. Við einum góðum maskinbáti var einfalt og lætt at sigla og koma fram bæði í Norðoyggjum, Nólsoy, kring Eysturoynna og Sundalagið og allan vegin til Suðuroyar.

Victor Danielsen var ein av ídnu monnunum á hesum ferðunum kring oyggjarnar, og vildi allatíðina at ein røkk so víða sum tilbar. Her taldi hvør einasti tími og hvør einasta løta.

Hetta gav at bíta einaferð, tá teir høvdu sett kós ímóti Tjørnuvík. Her møttu teir einum manni, sum í góðveðrinum henda dagin var á veg undir Stakkin. »Um teir høvdu hug at koma við ein túr?«

Jú, hesum forvitnisliga tilboðnum tóku teir fegnir við. Teir vildu so ikki vera óblíðir við henda mannin.

- Tá minnist eg, at Victor Danielsen helt fyri: »Hmm, nú spældu vit okkum av við eitt møti!«.

- Jú, hansara hægsta ynski var at menniskju skuldu hoyra boðskapin, sigur Jógvan Gerðalíð.


Eyðkendur bátur

Skipanin við ferðunum var hon, at teir í flestu førum kannaðu veðurlíkindi og streym, og settu síðani kósina ímóti tí ávísa staðnum ella støðunum.

- Nei, vit plagdu ikki at boða frá hesum frammanundan. Heldur ikki, tá vit fóru av Klaksvíkini, minnist Jógvan Gerðalíð aftur á.

Sendiboðið lá innast á vánni, og tá teir løgdu frá landi sigldu teir spakuliga úteftir og tóku so »manningina« umborð, bæði menn og kvinnur sum øll brendu fyri tí sama, - at fólk á smáplássunum skuldu fáa møguleika at hoyra gleðiboðskapin.

Um hesa tíðina í 40’unum og heilt fram til seinnapartin í 50’unum var ikki so gott vegasamband, og tá tað ikki hendi tað stóra á smáplássunum, var tað ein stórhending at fáa vitjan av manningini í Sendiboðnum.

- Tað vísti seg í roynd og veru at vera óneyðugt at boða frá at vit komu til bygdina. Fólk sóu eyðkenda bátin koma stimandi inn móti bygdini, og so savnaðust tey saman við okkum.

- Vit plagdu onkutíð at senda onkran runt í húsini at boða frá møtinum, og so byrjaði møtið stutt eftir, greiðir Jógvan Gerðalíð frá. 






22 fundir í 16 bygdum

Á ferðunum við »Sendiboðinum« var stórur dentur lagdur á at føra dagbók.

Greiðar reglur vóru fyri, hvussu henda skuldi førast, og í dag vitna hesar frásagnir um tað ótrúliga stóra virksemið og tey túsundtals fólkini, sum vóru til hesi møtini á teim støðum, har atkomandi var.

Eitt brot úr hesi hondskrivaðu dagbókini ljóðar soleiðis:

Mikudagur 28. juli 1948

Fóru av Eiði klokkan 11.50. Fyri Risanum møttu vit Vón, sum skuldi til Eiðis eftir fólki og síðani til Íslands.

Komu til Gjáar kl. 13:15. Høvdu fund har kl. 14:15. 90 fólk.

Fóru frá Gjógv kl. 15.05 eftir at hava telefonerað til Eiðis og Fuglafjarðar, og eisini sent fundarboð í Funningsfirði og Elduvík. kl. 16:35. Løgdu at í Funningsfirði og hildu fund kl. 16:50. 21 fólk.

Fóru úr Funningsfirði kl. 18:25. Løgdu at í Elduvík kl. 19:10. Hildu møti har kl. 19:45. 25 fólk. Fóru úr Elduvík kl. 21:00. Settu Victor Danielsen og Martin Hansen av í Fuglafirði kl. 22:35 og síðani hildu Jógvan Tróndheim, John Høj og Líggjas Hansen ferðina fram til Klaksvíkar, hagar teir komu kl. 0:15.

So er í Harran navni henda ferð at enda. Vit hava havt bátin í 9 dagar, hildið 22 fundir í 16 bygdum og havt úti við 700 áhoyrarar.



1150 fólk lýddu á

Eitt annað dømi úr virðismiklu dagbókini er frá juli mánaði 1950:

“Vit hava siglt frá mánadegi 17.7 til sunnudagin 30.7 í 14 dagar og hava havt 39 fundir í 35 bygdum og støðum. Áhoyraratalið er ætlað til at hava verið um 1150” 




Greinar um Victor Danielsen á www.sosialurin.fo undir Vikuskiftið:

Bókmentalig avrik

Bíbliutýðarin fær sína standmynd

Stórverk við 1125 sálmum

Victor vildi vera millum fólkið

Heiða Victor við standmynd

Árstøl hjá Victor Danielsen

Eitt sendiboð til smáplássini

Orðið heldur mær á lívi

At njóta signingar úr Bíbliuni

»Tað var har«

Um Victor Danielsen