Eitt seinkað aftursvar til Heina í Skorini

 Samkynd fólk eru ikki børn, tí børn hava ikki eina kynsliga orientering. Tí hevði hendan lógargreinin, um hon varð sett í gildi, ikki umfatað børn, men vaksin. Og har haldi eg, at markið fyri lógarverju eigur at ganga, tá talan annars er um fólk á jøvnum føti, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin


Heini í Skorini hevur í tveimum lesarabrøvum greitt frá, at undirritaði í einum sjóvarpskjaki havi villeitt hyggjaran. Í kjakinum vísti eg á, at tá tað í galdandi revsilóg stendur, at ein ikki skal gera mismun á fólki vegna teirra uppruna, tjóðskap, húðalit og trúgv, umfatar lógin øll fólk. Øll fólk hava ein uppruna, tjóðskap, húðalit og trúgv. Tá man síðani ynskir at broyta lógina til eisini at umfata tey, sum hava eina kynsliga orientering, vísti eg á, at øll fólk ikki eru samkynd, tí endamálið við uppskotinum er at geva samkyndum verju á sama støði sum teimum, sum hava ein ávísan uppruna, tjóðskap osfr. Hetta sigur Heini í Skorini vera villleiðandi, tí øll hava eina kynsliga orientering. Her eru vit báðir grundleggjandi ósamdir, tí eg haldi ikki, at børn hava eina kynsliga orientering. Her er munurin, tí øll børn hava ein uppruna, tjóðskap, húðalit og trúgv.

Børnini gera munin
Børnini eru ein týðandi orsøk til lógarásetingar um verju av ymsum slagi. Munurin á børnum og vaksnum er, at vaksin vanliga eru ment at verja seg sjálvi m.a. við at taka seg saman í felag fyri at skapa verju fyri egnari støðu, meðan børn sum so eru verjuleys, tá sæð verður burtur frá teirri verju, sum foreldur geva teimum. Tí tekur samfelagið ábyrgd, har børnini ikki megna. Søga mannaættarinnar er full av ótespiligum ágangi móti børnum vegna teirra uppruna, tjóðskap, húðalit og trúgv. Etniskar útreinsingar ganga altíð harðast út yvir sakleysu børnini og tey, sum annars eru veik á ymsan hátt.
Samkynd fólk eru ikki børn, tí børn hava ikki eina kynsliga orientering. Tí hevði hendan lógargreinin, um hon varð sett í gildi, ikki umfatað børn, men vaksin. Og har haldi eg, at markið fyri lógarverju eigur at ganga, tá talan annars er um fólk á jøvnum føti. Samkynd eru vaksin fólk á jøvnum føti við onnur vaksin og eru sambært serfrøðingaupplýsingum, sum rættarnevndin fekk til viðgerðina av nógv umtalaða lógaruppsktinum, ikki veikari bólkur í samfelagnum enn so nógvir aðrir. Tá so er, er ikki neyðugt at geva teimum aðra lógarverju enn hana, sum er umfatað av verandi lógargreinum.

Síða PAGE 1