Eitt Sea Shepherd skip afturat á veg til Føroya

Paul Watson sigur, at hann hevur verið í uppskoti til at verða heiðursborgari í Tromsø í Noregi

Nú er eitt skip hjá Sea Shepherd afturat á veg til Føroya.

Tað er Sam Simon, sum hevur ligið í Tromsø seinastu dagarnar, sum nú hevur sett kós ímóti Føroyum.

 

Hann hevur ligið í Bremen í fleiri vikur og rigga til, tí hann skuldi til Føroya at vera við í mótmælinum ímóti grindadrápi.

 

Tí undraðust nógv, at hann ístaðin fór beint til Tromsø í Noregi, tá ið hann fór úr Týsklandi.

 

Men Sea Shepherd sigur, at tað var fyri at staðfesta, at stórhvalatvøst verður avskipað úr Tromsø til Japan.

 

Og nú hevur Sam Simon, sum eisini hevur smærri bátar umborð, sett kós ímóti Føroyum, upplýsir Sea Shepherd.

 

Oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, sigur, at tað vakti ikki bara stóra mótstøðu, at Sam Simon kom til Noregs.

 

Men hann sigur, at har hevur Sea Shepherd eisini sínar stuðlar og at tey hava heiðrað hann við at skjóta hann upp til at verða heiðursborgari í Tromsø.

 

Men hann sigur, at hann hevur ikki tikið av, tí hann kundi ikki droymt um at verðið heiðursborgari í einum býi í einum landi, har tey veiða hval.

 

Annars liggur eitt skip hjá Sea Shepherd afturat, Bob barker, í Týsklandi og riggar til at koma til Føroya. Frammanundan er tríkiljan Brigitte Bartod her.

 

Men Sea Shepherd fær hendurnar fullar, tí umframt at mótmæla grind, hava tey eisini sett sær fyri at forða íslendingum og norðmonnum í at veiða hval.