Eitt satt "Vatnhamar Show"

(Ljóðsamrøður frá Rás2) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Sølva og Gunnar Vatnhamar, sum skutu málini hjá Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Sølva Vatnhamar, og við Gunnar Vatnhamar, sum við hvør sínum máli tryggjaðu Víkingi ein 2-1 sigur á KÍ, og harvið stórsteypið til ognar.

 

Sølvi Vatnhamar fegnast um, at teir "gomlu" mennirnir hjá Víkingi eru komnir í gongd, aftaná heldur sløk avrik í venjingardystunum farnu vikuskiftini.

 

Gunnar Vatnhamar kundi í sínum lagi fegnast um, at stóribeiggi, Sølvi gevur honum nakrar góðar bóltar at arbeiða við.