Eitt satt G!-barn

Rósa Tyril hevur seinastu árini havt ábyrgdina av innskrivingini á G! og var til arbeiðis til klokkan fýra í morgun, táið vatnið fór, umleið kl hálvgum fimm.

Hon og Jonathan fóru so til Havnar á föðideildina. Um níggjutíðina byrjaðu verkirnir og umleið klokkan ellivu átti Rósa eina vælskapta dóttir.


Rósa er dóttir ein av núverandi hövuðsfyriskiparunum á G!, Kristfríð Tyril. Pápin er Marni Tyril, sum hevur havt ein týðandi leiklut at skapa alt G!-konseptið síðani byrjan, harímillum hevur hann sniðgivið G!-búmerkið og lagt lunnar undir grafiska samleikan.


Marni og bróðurin Jón Tyril valdu at takka fyri seg seinasta ár, men Rósa og Kristfríð hava báðar havt týðandi leiklutir framvegis.