Skrúviblað gjøgnum skøltin, knívar gjøgnum vøddarnar, balancerandi motorsúkklur á tonnunum, livandi dartskiva. Hetta eru nakað av tí, sum man kann uppliva, um man fer at hyggja eftir Hellzapoppin á G! festivalinum í kvøld.
Hellzapoppin er eitt freak show úr USA. Tó koma teir einkultu limirnir ymsa staðnis frá.
"Vit upptrakka konstant. Vit búgva í einum tourvogni, sum vit ferðast runt í," sigur Bryce 'the Govna' Graves, leiðari og fyriskipari av Hellzapoppin.
Fimm fólk eru í hesum heldur serliga bólki, og hava tey øll sínar heilt, heilt serligu eginleikar.
1. Zamora the Torture King - stingur svørð og knívar gjøgnum sínar vøddar. "Eg royni at fáa tað at síggja so sjokerandi út sum gjørligt. Men um eg brúki rættan teknik, er pínan minimal," sigur Zamora. Eitt av hæddarpunktunum í hansara upptrakkan er, tá hann svølgir ein el-peru og tekur hana útaftur gjøgnum búkin.
2. Frank Simon - balancerar m.a. motorsúkklu á tonnunum. "Eg havi verið í Guinnes rekordbók sjey ferðir fyri at hava mest vekt á tonnunum. Eg balanceri alt, sum er tungt: Vaskimaskinur, komfýrar, ja sjálvt fólk. Tað besta í showinum er, tá eg fái eina gentu at sita í einum stóli, sum eg balanceri á høvdinum" sigur Frank.
3. Chuy the Wolfman - hevur hár um allan kroppin. Talan er um eina sjúku, sum gongur í arv. Meksikanski Chuy og familja hansara eru heilt serstøk. Tey síðstu 2000 árini meta serfrøðingar tað einans at vera 20 samanlagt, ið hava havt somu sjúku. "Langomma og -abbi mín blivu forfylgd og máttu búgva í holum uppi í fjøllunum. Fólk hildu tey vera varúlvar," sigur Chuy, sum hevur konu og trý børn, og liva tey eitt heilt vanligt lív. Einans eitt av børnum hansara hevur sjúkuna.
4. Maegan Machine - slangumenniskja. Umframt at vera slangumenniskja er Maegan eisini livandi dartskiva. "Ryggurin hjá mær verður brúktur sum dartskiva. Man fær ilt. Tað skal man ikki taka feil av. Ofta fær man ræðuliga ilt. Men eg eri masochist, so eg njóti tað," sigur Maegan.
5. Bryce 'the Govna' Graves - skrúvublað gjøgnum skøltin og fyriskipari. "Eg verði eisini kallaður 'Homemade Lobotomy Kid'. Eitt annað av mínum triksum er at stinga mais gjøgnum nøsina og fáa tey út aftur gjøgnum eyguni," sigur Bryce.
"Vit elska at upptrakka. Tað er strævið, men vit elska tað," sigur Bryce.
Um sítt uppihald í Føroyum sigur Bryce:
"Ótrúligt. Hetta hevur verið heilt fantastiskt. Eg las í einum blaði um kjósanina hjá National Geographic, at Føroyar eru mest serstaka stað á jørðini, og eg taki fult undir við teimum. Um møguligt vildu vit meira enn gjarna komið aftur her. Eg elski alt við Føroyum."
Hellzapoppin verður at uppliva á spæliplássinum í kvøld kl. 00.40.









