Við hjartanum í hálsinum, blonkum eygum og einum lítlum farra av kvalma havi eg sett meg við telduna at skriva. Eg eri júst komin úr Sjónleikarhúsinum, har eg havi upplivað leikin, Látur Medusu - ein framløga. Og lat meg fyrst bara taka í framløguhugtakið, sum jú bendir á tann turrisliga bógvin og so kvinnuskriving, kvinnur, kvinnur, kvinnur, sum ein (maður) segði í dag: “mann(!) hoyrir ikki um annað í útvarpinum fyri tíðina”, ein annar ætlaði sær avgjørt ikki í sjónleikarhúsið til nakra feministiska brósthaldarabrenning...
Soleiðis sigur Kinna Poulsen í byrjanini av ummæli sínum á listaportal.com.
Látur Medusu er eitt satt bumbuálop á sansir okkara, ein intelligent, stuttlig, stórbær og syrgilig lýsing av menniskjanum soleiðis sum vit nú einaferð eru; óperfekt, láturlig og til tíðir ólekkur.
Í fyrstani kanst tú halda, at framførslan eisini er eitt sindur leys í tí. Men í veruleikanum er ikki nógv tilvildarligt í samlaða leiklistarliga úrslitinum, sum við einum einastandandi blandi millum farsu, tragediu og onkrum triðja, sum minnir um modernaða installatiónslist ella spøkilsishúsið í Tivoli, sameinir góðan sjónleik og eina fantastiska scenografi við eina einastandandi instruktión, sum eg ikki havi upplivað neyvari enn tað sama, skrivar www.listaportal.com.
Tvær ferðir fekk eg tár í eyguni, eg veit ikki hví, eg skilji tað ikki við mínum heila, men báðar ferð konfronteraði leikurin ella sjálv uppsetingin meg við mínar egnu reaktiónir. Eitt sindur illa við royndi eg at blunda meg burtur av pallinum, har eg sat, meðan ein strofa frá einum sangi, sum eg minnist frá tá eg var smágenta “I was blinded by the light” hjá Mannfred Mann tók at mala í høvdinum á mær. Búi Dam er leikstjóri, hann brúkar øll møgulig kend og ókend listabrøgd og spælir uppá kenslurnar hjá okkum áskoðarum sum vóru tær viðkvæmir hørpustreingir og hann hørpuleikarin yvir allar hørpuleikarar, skrivar Kinna Poulsen millum annað á www.listaportal.com um leikin Látur Medusu.
...Men tit mugu skunda tykkum, Látur Medusu ljómar ikki longur enn til 11.mars, tá er síðsta framførsla.
Alt ummælið sæst á www.listaportal.com.