Eitt samt Fólkating lækkar blokkin

Allir flokkar í Fólkatinginum taka undir við at lækka blokkstuðulin 366,4 milliónir krónur í ár. Lisbeth L. verður helst einasti fólkatingslimur, sum fer at atkvøða ímóti uppskotinum.

Blokklækking


Danska Fólkatingið fer ikki at seta seg upp ímóti ynskinum hjá Føroya Landsstýrið um at lækka blokkstuðulin 366,4 milliónir krónur í ár. Føroyingar hava yvirtikið fleiri málsøki 1. januar, og tí er tað ein sjálvfylgja, at føroyingar eisini gjalda fyri málsøkini, heldur eitt samt Fólkating.

Uppskotið um at lækka blokkstuðulin fekk ikki nógva rúmd á fundinum hjá Fólkatinginum týskvøldið. Allir framsøgumenn søgdu stutt og greitt, at teir taka undir við uppskotinum.

Ikki óvæntað var Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum tann, sum fegnaðist mest um uppskotið. Fegnaðist um, at hetta fíggjarliga rúsevnið, sum danski staturin hevur pumpað inn í føroyska samfelagið, byrjar at hvørva.

Hvar eru fjølmiðlarnir
Tórbjørn Jacobsen hevur áður kallað tað fyri eina søguliga hending, at blokkstuðulin nú verður lækkaður, og hann spurdi millum annað, hvar donsku fjølmiðlarnir eru, nú stuðulin verður lækkaður. Hann vísti á, hvussu ringa viðferð, føroyingar mangan høvdu fingið í donsku fjølmiðlunum í kreppuárunum og helt, at fjølmiðlarnir nú áttu at víst føroyingum eitt sindur av vælvilja.

Tórbjørn Jacobsen tosaði um kreppuna og um, hvussu føroyingar høvdu reist seg úr kreppuni, og segði, at landskassin nú er so væl fyri, at tað letur seg gera at lækka blokkin.

Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum hevði tó eina eitt sindur øðrvísi fatan av tingunum. Hon helt ikki, at landsstýrið hevði verið serliga ábyrgdarfult, og hon kundi ikki fagna uppskotinum á sama hátt sum Tórbjørn Jacobsen.

Sambandsflokkurin er ímóti at lækka blokkin, tí hann heldur, at hetta fer at ganga út yvir vælferðina í Føroyum. Lisbeth L. Petersen verður tí helst einasti fólkatingslimur, sum fer at atkvøða ímóti at lækka blokkin.

Virða føroysk ynski
Í uppskotinum um at lækka blokkstuðulin stendur, at blokkstuðulin verður ásettur fyri eitt ár í senn. Hetta fekk Tórbjørn Jacobsen at spyrja fíggjarmálaráðharran, Thor Petersen, um tað kann hugsast, at blokkstuðulin hækkar aftur, um eitt nýtt landsstýrið kemur til aftaná løgtingsvalið 30. apríl.

Tórbjørn Jacobsen ákærdi andstøðuna í Føroyum fyri at hava ætlanir um at hækka blokkin aftur, og tí vildi hann hava fíggjarmálaráðharran at siga sær, um hetta er nakað, sum borgarliga stjórnin kann ganga við til.

Men Thor Petersen vildi hvørki vátta ella avsanna, um stjórnin fer at ganga við til, at blokkurin hækkar aftur.

Hann segði, at blokkurin nú er lækkaður, tí hetta var eitt ynski frá landsstýrinum. Útgangsstøðið hjá stjórnini er, at avtalurnar við føroyingar verða gjørdar við virðing fyri tí løgtinginum, sum veljararnir hava valt. Og hetta er eisini galdandi í framtíðini, segði hann.

Sostatt ber ikki til at útiloka, at blokkstuðulin verður settur upp aftur, um eitt tílíkt ynski kemur úr Føroyum, men hetta krevur helst, at føroyingar lata frá sær aftur málsøki, sum longu eru yvirtikin. Og tað er neyvan sannlíkt ? sama hvør situr í landsstýrinum.