Eitt samfelag í panikstøðu

Sjúkrabilarnir eiga at verða tryggir á neyðsynjarferðum.

Vit hava ikki klárað at endurnýggja Strandferðsluna, sum nú má hutla seg ígjøgnum við avoldaðum ferðamanna- og farmaflutningi.

Her skulu hundra-tals milliónir nýtast, fyri at koma á eitt forsvarligt og tíðarhóskandi støði.

Vit hava ikki klárað at viðlíkahildið og tíansheldur klára at endurnýggja føroyska heilsuverkið.

Eitt totalt niðurslitið og niðurpínt heilsuverk krevur milliardaíløgu fyri at koma ájavnt við okkara grannar.

Skúlaverkið hevur milliónaíløgur og rakstrarpening fyri neyðini. Fyri fyrstu ferð í søguni hava vit havt læraraverkfall í fólkaskúlanum.

Fær Postverkið, sum skuldi geva millióna avlop, tá yvirtøkan varð framd fyri 25 árum síðani, ikki annan bygna ella játtan á fíggjarlógini verður lykilin snaraður um fyrsta dagin.

Okkara sokallaða modernaða samfelag nøktar ikki tørvin hjá teimum gomlu, teimum rørslutarnaðu, teimum menningartarnaðu.

Snøgt sagt eitt samfelag í panikstøðu.

Henda álvarsama støða nervar ikki løgmann og varaløgmann.

Okkara landsstýri við fylgi ferðast í pendulfart millum Føroyar og Keypmannahavn, har teir í fullum álvara hava sett sær fyri, at loysa Føroyar frá hinum partinum av ríkinum.

Trupulleikarnir (ræðumyndirnar) heima á klettunum eru lagdir til viks. Nú skal alt ofrast fyri fullveldissakir.

Gud náði okkum, fáa hesir evsta vald.

Undirritaði hevur tað vón, at ongin føroyingur við sínar fullu fimm, kann verða so bláoygdur, at taka løgmann og varaløgmann fyri fult.

Flemming Mikkelsen