Eitt samdøgur at umvæla Thor Magna

Reiðaríið Thor í Hósvík valdi herfyri at koma heim til Føroya við Thor Magna at gera eina umvæling.

Eitt av heilt nýggju skipunum í flotanum hjá reiðarínum Thor í Hósvík - Thor Magni - valdi herfyri at koma til Føroya at gera eina umvæling.

 

Skipasmiðjan Mest veit at siga, at Thor Magni kom úr Esbjerg og inn í dokkina á Skála hósdagin 13. oktober.

 

- Umvælingin varð gjørd, og skipið sigldi aftur dagin eftir, fríggjadagin 14 oktober. Ein leki var á pakkdósini á tí eina akslinum.

 

Saman við einum serfrøðingi úr Hálandi fekk Mest loyst uppgávuna, so skipið kom í vinnu aftur eftir einum samdøgri.