Eitt súrt tap fyri neistamenn

(Frá Rás2) Frank Askildsen harmast um, at góða gongdin hjá neistamonnum er brotin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Frank Askildsen hjá Neistanum, skoraði tvey mál fyri Neistan, sum tapti 19-22 (6-9) ímóti KÍF í Kollafirði fyrr í kvøld.

 

Neistin var aftanfyri 10-15 tá eitt korter var eftir, men megnaði at hála seg uppá javnleik 19-19, men seinastu avgerandi løtuna koppaði dysturin til KÍF.

 

Frank Askildsen heldur, at tað er súrt at tapa, serliga aftaná góðu gongdina við bæði sigrum á H71 og javnleiki ímóti VÍF. Frank er ikki so nøgdur við tann fyrsta stóra partin av dystinum, og hann rósar kollfirðingum fyri at verða skjótir aftur at verja fyri teirra álopum.

 

Hóast Neistin er úti av øllum FM-stríði, so undirstrikar Frank Askildsen, at teir stremba eftir at fáa so nógv stig sum møguligt, og teir vilja alla tíðina betra seg sum hondbóltsspælarar.