- So vítt sum vit vita, so eru vit søgulig. Hóast tað frammanundan eru nakrir føroyingar, ið hava ísraelskan maka í Føroyum, so eru vit tað fyrsta parið, har bæði eru úr Ísrael, ið hava búsett seg í Føroyum.
Tað siga Omri og Orit Galperin, ið saman við tveimum børnum fluttu til Føroyar fyri fimtan mánaðum síðan.
Sum familjan trívast tey fýra væl í Føroyum, og eru børnini longu farin at tosa føroyskt. Men hóast tey eru bergtikin av føroyska samfelagnum, so eru líkindini fyri, at tey kunnu vera verðandi ikki serliga góð, tí Orit Galperin, ið hevur master útbúgvingar innan bæði lívfrøði og verkfrøði, hevur trupulleikar við at finna arbeiði í landinum.
- Almennar og privatar fyritøkur rinda dýrt fyri útlendskar serfrøðingar, ið koma til landið, halda onkrar fyrilestrar ella veita ráðgeving, og fara so avstað aftur við allari vitanini. So eg skilji ikki hví tað skal vera so torført at finna eitt arbeiði, tá eg eri her í Føroyum, sigur Orit Galperin við Sosialin.
Les meira um ísraelsku familjuna, og trupulleikan hjá faklærdum tilflytarum at finna arbeiði í Føroyum í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í handlum kring alt landið.