Eitt øðrvísi fótbóltspanel á FM1 sunnukvøldið klokkan 19

FM1 fer at skipa fyri serligum fótbóltspanelum við serlig høvi. Hoyr Petur Asbjørn Lervig greiða frá

TRÝST Á HESA LEINKJUNA, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1 í hálvleikinum í dystinum millum NSÍ og Víking, har fótbóltsreportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig greiddi frá nýggja fótbóltspanelleistinum hjá FM1, ið fyrstu ferð verður beinleiðis á FM1, sunnukvøldið 7. apríl klokkan 19, beint aftaná dystin AB-Skála. Fyrstu gestirnir verða Oddbjørn Joensen og Pætur Smith Clementsen frá FSF. Millum evnini í panelinum í annaðkvøld verður fótbóltsmenning. Ætlanin hjá Peturi Asbirni er, at hetta serliga fótbóltspanelið skal verða við serlig høvi. Og fyrsta høvið er í annaðkvøld.

 

Gestir í panelinum hjá FM1 í annaðkvøld klokkan 19 verða Oddbjørn Joensen og Pætur S. Clementsen frá FSF.

 

FM1 sendir beinleiðis frá klokkan 14.50 í morgin. Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum B36 og HB. Klokkan 17.05 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum AB og Skála.