Tað er Annali Mäkelä, ið hevur skrivað barnaleikin ?Eitt ross og annað. Birita Mohr hevur týtt.
Áarrossið býr við ánna og er glað og vælnøgd við seg sjálva og lív sítt. Sum hon sjálv sigur, so hevur lívið so nógv ymisk sekund at bjóða, at ein kann ikki annað enn vera nøgdur.
Men ein dag hittir hon rossið, ið er alt tað, áarrossið ikki er. Kvik, fim, elegant og dansar og rørir seg alla tíðina.
Eftir at tær hava hitst verður alt øðrvísi. Áarrossið heldur seg vera ov tjúkka og klombruta og einki riggar longur.
Rossið er eisini fyri ongum, og vildi ynskt at duga eins væl at svimja, sum áarrossið.
Áarrossið klænkar seg og vil læra at dansa eins og rossið. Rossið fitar seg fyri at læra seg at svimja.
At enda gerast tær vinkonur.
Gríma framførir leikin og frumframførslan verður í Kvívík 23. oktober. Birita Mohr og Katarina Nolsøe leika. Ria Tórgarð er leikstjóri og Barbara í Gongini tekur sær av palli og búnum.
Egi og William
William Heinesen hevði verið 100 ár í januar næsta ár og Gríma ger okkurt burtrúr degnum.
Egi Dam skrivar stóran leik yvir tvær søgur hjá William Heinesen, Móðir Sjeystjørna og Balladen om Dobbelt Simon og Kilsekalsa.
Abbadóttir William Heinesen er fyrsti føroyingur við scenografútbúgving og hon verður við at seta leikin upp.
Leikarar úr Grímu framføra leikin, ið verður framførdur á føðingardegnum hjá skaldinum.
Fólk koma aðrastaðir frá at hjálpa við ljósi og dansi. Stamen Stantchev ger tónleik til leikin.










