Eitt risa framstig fyri hjartasjúklingar

Nú er hjartalækni eisini til taks til tey, sum hava bráðneyðugan tørv á viðger eftir klokkan 16 um dagin

Ein føroyskur hjartasjúklingur í bráðneyð, kann ikki vænta at verða viðgjørdur av einum hjartalækna eftir klokkan 16  um dagin, ella um vikuskiftini, tí peningur ikki er játtaður til, at hjartalæknar kunnu vera í døgnvakt árið runt.

Hetta skrivaði Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum, seinasta summar í eini hugleiðing um føroyska heilsuverki.

Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram, at tað er eitt stórt bakkast fyri sjúklingar, at eingin hjartalækni er til taks eftir vanliga arbeiðstíð, og sostatt kunnu tey, sum fáa hjartatilburð uttan fyri vanliga arbeiðstíð, ikki vænta at verða viðgjørd av einum serlækna í hjartasjúkum, men av ymsum øðrum læknum.

Men nú staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at ein skipan er sett í verk, sum tryggjar, at hjartalækni er altíð á vakt.

Hon sigur, at hendan skipanin kom í gildi fyrsta apríl, og tað merkir, at hjartalækni er altíð tøkur í heilsuverkinum til tey, sum fáa bráðneyðugan tørv á viðger.