Franska ítróttarblaðið "L´Equipe" ger sera nógv burturúr EM-endaspælinum, sum er í Fraklandi í hesum døgum, og nú hava tey á blaðnum eisini analyserað lopið Cristiano Ronaldo gjørdi, tá hann leyp væl hægri enn nakar í walisisku verjuni, og stútaði Portugal framum 1-0 í 2-0 hálvfinalusigrinum á Wales í Lyon farna mikukvøld.
L´Equipe hevur roknað seg fram til, at Cristiano Ronaldo gjørdi eitt vertikalt lop, sum er 76,2 sentimetrar. Tá Cristiano Ronaldo stútaði bóltin var høvdið hjá Ronaldo á einari hædd á tveir metrar og 61 sentimetrar omanfyri vøllin. Til samanberingar kann sigast, at yvirleggjarin er tveir metrar og 44 sentimetrar til hæddar.
Franski landsliðsvenjarin í flogbólti, Laurent Tillie sigur í samrøðu við L´Equipe, at góðir flogbóltsspælarar hava eitt vertikalt lop, sum liggur millum 95 og 110 sentimetrar. Teir allarbestu flogbóltsspælararnir í heiminum hava eitt vertikalt lopp, sum liggur um 130 sentimetrar. Men Laurent Tillie undirstrikar, at flogbóltsspælarar skulu ikki stríðast við mótstøðuspælarar, tá gera síni lop, og tí er Laurent Tillie hugtikin av, at Cristiano Ronaldo megnaði at gera hetta lopið í nærdysti við verjuspælararnar hjá Wales.
L´Equipe hevur eisini roknað seg fram til, at Cristiano Ronaldo var í luftini í 0,73 sekund, tá hann stútaði bóltin, og bólturin ferðaðist 71,3 km. um tíman, og tí hevði walisiski málverjin, Wayne Hennessey ikki ein livandi møguleika at bjarga stútaranum hjá Cristiano Ronaldo.









