Tað gongur framá hjá Atlantsflog, og tað við tí flúgvandi ferð.
Umsetningurin veksur, yvirskotið veksur og skuldin minkar.
Roknskapurin fyri rakstrarárið 1997 er liðugur, og í tíðindaskrivið í gjár boðar Atlantsflog frá, at yvirskotið í 1997, aftaná avskrivngar, er uml. 8,6 mió kr.
Yvirskotið í 1996 var stívlig 5 mió kr., so her er talan um ein vøkstur uppá heili 70%.
Umsetningurin vaks við 10 mió. kr. í 1997, úr 92 mió. upp í 102 mió., og skuldin minkaði við 11 mió. úr 55 mió. kr. niður í 44 mió. kr.
Alt yvirskotið fer til at konsoliderað felagið, og tí vaks eginognin hjá Atlantsflog úr 35 mió. kr. til slakar 44 mió. kr.
Nevndin í Atlantsflog og stjórin ásanna tí, at felagið lýkur krøvini, sum partafelagslógin setur til eginpening frá 1. januar 1999.
Nevndin og stjórin í Atlantsflog eru, sjálvsagt, sera væl nøgd við úrslitið. Báðir partar ásanna samstundis, at ein sunnur rakstur og konsolideringi av felagnum, hava lagt grund undir eina varliga útbygging av arbeiðnum hjá felagnum.
Í summar fer Altantsflog nevniliga at flúgva við tveimum flogførum í háárstíðini.
Ferðafólkatalið hjá føroyska flogfelagnum veksur støðugt.
Í 1997 flutti Atlantsflog 66.928 ferðafólk við tyrlu og flogfari. Tað er ein vøkstur uppá 9,4% í mun til árið fyri.
Atlantsflog hevur annars rundan føðingardag í ár. Tann 28. mars eru 10 ár liðin síðani at Atlantsflog byrjaði.









