Eitt-ára gamal yvirlivir fall av 4. hædd

Tað er at kalla eitt undur, at ein eitt-ára gamal drongur yvirlivdi eitt fall av fjórðu hædd. Hann skurslaði seg bara eitt sindur Ringasta marran hjá øllum foreldrum ? og barnaansarum eisini ? varð veruleiki fríggjakvøldið í Holbæk í Danmark, tá ein bara eitt-ára gamal drongur datt ú av vindeyganum á fjórðu hædd.

Drongurin og trý systkin hansara vórðu ansað av einari 16-ára gamlari gentu, meðan foreldrini vóru í Jútlandi. Drongurin var einsamallur í einum kamari, har trygdarskipanin á vindeyganum týðiliga ikki virkaði sum hon skuldi, tá vanlukkan hendi.

Drongurin varð beinanvegin fluttur á traumatisku deild á Ríkissjúkrahúsinum.

Har varð drongurin skannaður og kannaður. Men tað vísti seg at verða ein sonn sólskinssøga, tí hann hevði bert fingið smávegis skursl í andlitið. Hann er síðani fluttur á barnadeildina, har hann framvegis liggur til eftirlit.

Barnagentan var so skelkað, at hon mátti fáa sálarliga hjálp. Mánadagin fara juristar hjá løgregluni at hyggja nærri at málinum fyri at vita, um ákæra skal reisast móti barnagentuni, veit ekstrabladet.dk at siga.