Eitt ára fongsulsrevsing fyri eina røð av siðamisbrotum

Ein maður seinast í 20'num varð í dag dømdur eitt ára treytaleysafongsulsrevsing fyri eina røð av siðamisbrotum.

Maðurin varð funnin sekur í at hava blottað seg fyri børnum og ungum umvegis appuna Snapchat, tvær ferðir at hava roynt at keypt seg til samlegu við børnum og ungum, og í einum føri at hava sníkt seg til aðra kynsliga samveru enn samlegu við gentu, sum orsakað av rúsi ikki var før fyri at seta seg ímóti áganginum.

Maðurin varð eisini dømdur at gjalda gentuni 20.000 krónur í endurgjaldi fyri tort og sviða.

Maðurin varð eisini saman við tveimum øðrum - einari kvinnu og einum manni - ákærdur fyri at hava havt samlegu og annað kynsligt samband við einari ungari gentu, ið ikki var før fyri at seta seg ímóti.

Tvey teirra høvdu havt samlegu við gentuni, men dómarin metti ikki, at staðfestast kundi, at gentan ikki var før fyri at seta seg ímóti, og tí vórðu øll fríkend í teirri ákæruni.

Kortini vórðu hini bæði - kvinnan og hin maðurin - dømd fyri brot á rúsevnislóggávuna.

Les eisini: Trý ákærd fyri neyðtøku