Í dag er eitt ár síðani Barack Obama varð valdur til forseta í USA. Kring allan heimin var gleðin stór, tá Obama vann forsetavalið og tók við eftir Bush, sum hevði rátt fyri borgum í USA í samfull átta ár.
Nú var bráddliga íkomin ein heilt nýggjur møguleiki at skapa frið og ikki minst birta nýggja vón hjá milliardum av fólkum kring knøttin. Tíðin var komin til broytingar var boðskapurin hjá nýggja amerikanska forsetanum. Ikki bert broytingar í heimlandinum USA men kring allan heim.
Aftaná eitt tíðarkeið við bardaga Bush móti óndu kreftunum byrjaði við Obama eitt nýtt tíðarskeið, sum skuldi byggja á sínamillum virðing, dialog og tolsemi. USA og heimurin høvdu brúk fyri einum Obama og tí hugburðsbroyting hann stóð og stendur fyri.
Nú er so eitt ár farið og spurt verður, um boðskapurin hjá Obama hevur rinið við og um hann sæst aftur í ítøkiligum úrslitinum! Eygleiðarar eru ymiskir á máli men fleiri halda tað vera alt ov tíðliga at fella dóm yvir Obama, nú hann bert hevur sitið við valdið í eitt ár. Hugburðsbroytingin má hava tíð til at festa seg. Í heimlandinum hevur Obama megnað tað eingin annar undan honum hevur, at sannføra ein meiriluta av amerikanarum, at heilsutrygd er ein rættur hjá øllum. Hóast bakbit og ein ræðukampanja av fúlasta slag, ikki sørt lík tí, sum propagandamaskinan hjá Hitler og Goebles stóð fyri, eitt nú frá ultrakonseravativu sjónvarpsrásini Fox, so hevur Ombama kortini megnað at sannføra tjóðina um, at nýggja heilsuskipanin er rætti vegurin at ganga.
Og taka vit heimsbúskapin, sum er so nógv tengdur at gongdini í USA, so halda fleiri eygleiðarar, at um ikki Obama varð so støðufastur og fór inn við almennum pengum at bjarga fíggjarskipanini í USA, so fór alt fíggjarkervið í heiminum fyri bakka. Vit hava eisini sæð hann geva grískum bankastjórum nevan frammaná, tá teir eftir at hava fingið almenna hjálp kortini hava goldið sær risabonus.
Taka vit so støðuna í krígsherjaðunum og óstabilum økjum í heiminum, er greitt, at vónirnar til at Obama fór at greiða fløkjurnar hava verið ómetaliga stórar. Torført er eftir stutta tíð at fáa framt stórar broytingar í Irak og Afganistan. Vit mugu bara seta okkara álit á, at amerikanska stjórnin fer at taka tey skilabestu stigini í hesum báðum londunum. Síðani er tað Miðeystur, sum øll vita, er so torført at finna loysnir fyri. Nýggi ísraelski forsætisráðharrin hevur ikki gjørt tað lættari hjá Obama, nú hann ikki vil steðga niðursetufólkunum at byggja nýtt land á palestinskum øki. Eisini her mugu vit bara vóna, at tíðin fer at arbeiða fyri eini loysn. Onnur vandaøki eru Iran, Pakistan og Norðurkorea. Í sambandi við Iran og Norðurkorea er talan um at halda fram við eini blanding av trýsti og átøkum móti londunum og einum dialogi. Umráðandi er ikki at missa tolið og eggja til kríggj. Vit kunnu bara ímynda okkum avleiðingarnar, um Ísrael sleppur at bumba Iran. Helst eigur Obama at geva Pakistan nógv størri ans. Her lúra helst teir størstu vandarnir í løtuni. Gevið Obama meira tíð til at røkka málum okkara.










