Eitt ár við nýggja Portalinum

Í dag er eitt ár síðani at Portalurin varð ílatin eitt nýtt snið. Tað var tann 21. juli í 2009 at leiðarin á FT Online, Óli á Deild Olsen, í fyrstu greinini eftir umleggingina bjóðaði øllum brúkarunum hjá Portalinum vælkomnar til nýggja Portalin.

Hann greiddi tá frá, at seinast Portalurin broytti snið var í 2003, og at teir mettu sostatt, at tíðin nú var komin at geva Portalinum eitt sokallað ?Make Over?.

- Við nýggja sniðinum hava vit serliga lagt okkum eftir at gera Portalin meira brúkaravinarligan og samstundis varðveita allar teir vældámdu tættirnar, sum hava verið við til at gera Portalin til mest vitjaðu føroysku heimasíðu seinastu 11 árini, segði Óli á Deild Olsen tá.

Síðani tá eru nógvar broytingar hendar og fleiri av funktiónunum, sum ikki vóru komnar í gongd tá, eru nú vorðnar virknar.

Eitt nú ber nú til at deila greinar umvegis sosialu miðlarnar sum Facebook, Twitter og so framvegis.

Eisini eru bæði Planet.fo og Sportal.fo og hinar síðurnar hjá Føroya Tele nú ílatnar tann nýggja búnan.

Tað er Føroya Tele, sum eigur Portal.fo og allar atknýttu síðurnar.

Sosialurin / Miðlahúsið hevur ábyrgdina av tíðindaflutninginum á síðunum Portal.fo, Sportal.fo og Planet.fo, meðan aðrir veitarar flyta tíðindini á Grams.fo, Plagg.fo og Kramm.fo, sum seinasta árið eru komnir afturat.