Hóast meira enn 10 mánaðir eru lidnir, síðan politiið fór undir at leita eftir Dánjali Peturi Hansen, er lítið og einki likið út um, hvat politiið hevur av funnið av týdningi í málinum, og hvørji prógv politiið heldur seg hava móti tí skuldsetta.
Líkið er ikki funnið, og politiið hevur ikki viljað sagt, hvørjar tekniskar kanningar eru gjørdar, sum peika á skuldsetta mannin.
Dánjal Petur Hansen varð sambært politinum seinast sæddur fríggjanáttina 4. november. Fýra dagar seinni varð hann eftirlýstur.
Politiið leitaði í fyrsta umfari í fýra dagar, men Skálafjarðar sløkkilið og sjálvboðin hildu fram við leitingini.
Leitað varð bæði í Eysturoynni og í Norðoyggjum, á sjógvi og landi.
Síðan er leitingin tikin upp aftur nakrar ferðir, seinast beint eftir ólavsøku, tá ið leitað varð við fýra servandum hundum í Neshaga.
16. november í fjør varð ein tá 32 ára gamal maður varðhaldsfongdslaður og skuldsettur fyri at hava beint fyri Pidda Hansen. Síðan er varðhaldsfongslingin longd fjórðu hvørja viku.