Í dag er eitt ár, síðani yvirgangsmenn søktu at jarnbreytarkervinum í spanska høvuðsstaðnum Madrid. Atsóknin kostaði 191 mannalív, og umleið 1500 fólk fingu skaða. Spanski ríkisákærin, Olga Sánchez, segði í gjár, at yvirgangsmenninir høvdu eisini lagt ætlanir um at søkja at fleiri skúlum, einari jødiskari støð í býnum Ávila og øðrum málum. Hesar atsóknirnar vórðu ongantíð framdar, helst tí at bumbumenninir sprongdu seg í luftina í einari íbúð í Madrid tann 3. apríl.