Eitt ár á muni

Í yngra høvuðsstaðarfelagnum, B36, erpa tey sær av ungu manningini, sum hevur staðið seg væl í hesum kappingarárinum. Munurin á miðaldrinum var tó ikki stórur mikukvøldið. Útskiftingin í hópinum hjá B36 í vetur var stór. Stórleikararnir frá í fjør, Fróði Benjaminsen, Amed Davy Sylla og Jákup Mikkelsen vóru millum nøvnini, sum ikki hildu fram í felagnum. Árstalsfelagið gjørdi greitt, at yngru leikararnir skuldu bera liðið í hesum kappingarárinum, og higartil hava úrslitini eisini verið á einari leið. Mikukvøldið endaði grannauppgerðin millum B36 og HB við málleysum javnleiki. Verður hugt at miðalaldrinum á liðunum í gjár, so er munurin tó ikki so ógvuliga stórur. Miðalaldurin á teimum fyrstu ellivu var hjá B36 26 ár, meðan hann hjá HB var 27,18 ár. Við innskiftarum var miðalaldurin ávikavist 24,5 og 26,23 ár.