Maud Vang Hansen, sum er forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at gamlaárskvøld fara tey at halda saman við góðum vinfólkum uppi í Hoyvík í ár.
- Eftir midnátt er vanligt at fara húsagongd her í grannalagnum.
Hon sigur, at tey keypa ikki fýrverk, nú børnini eru vaksin, og børnini keypa heldur ikki fýrverk.
- Vit plaga at fara niðan á Kongaminnið at hyggja at øllum rakettunum á midnátt, sigur Maud.
Hon sigur, at tey plaga eisini at bera papp og jólatræ niðan til Eysturvøllin at brenna.
- Annars hittast vit á Kolasøluni á Glasheyggi at hyggja at bálinum og hitta grannar.
Maud leggur aftrat, at um dagin verður eisini farið í kirkjugarðin at tendra ljós.
Men, gevur forkvinnan í Pedagogfelagnum nakað nýggjárslyfti?
- Eg eri givin við nýggjárslyftum, tí tey eru ov torfør at halda. Og tó. Eg ætli mær at liva sunnari, men tað gongur so sum so við tí. Eg havi eingi ynskir beint nú, tí eg eri nýgift, og tað er stórt.
Maud Vang Hansen sigur, at nýggjársynskini eru, at heimurin skal gerast eitt betri og friðarligari stað at liva í - og at føroyska samfelagið skal verða rúmligari og betri fyri øll.
- At enda vil eg ynskja øllum eitt gott nýggjár, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum.