- Eg gleði meg allarmest til friðin umborð. At koma niður í tempo og at sleppa undan øllum gerandisstressinum, fortelur 52 ára gamla havnarkonan Durita Joensen, sum komandi árið fer at sigla millum oyggjar og lond úti í stóru verð.
- Umborð gongur alt seint fyri seg. Tað tekur tíð at gera mat, at repa segl, at vaska og at rigga til – alt tekur tíð. Tað gleði eg meg til, tí tá kenni eg fullkomna nærveru, og at eg livi mitt í nú'inum.
Ja, Durita er ein droymari. Men ein góður droymari. Tí í mun til tey flestu, ger hon nú dreym til veruleika.
Fimm ára fyrireikingar
Lýggja danska summarið er karmur um hugnaligan fráfaringarfagnað úti á marinuni Lynetten ytst úti á Refshaleøen við Keypamannahavn.
Niðri í kabyssini sita einar tólv herligar damur, flestar útisetar í bestu árum, tað vil siga um tey 45. Tær práta og flenna og drekka øl og tosa fyri mestan partin fúlt og um mannfólk. Men eisini um og við høvuðspersónin og vertinnuna, Duritu Joensen, sum býr í einum lítlum húsi í Dragør og komandi árið fer undir tað, sum flest okkara bara droyma um, men ikki hava dirvi til: Hon fer út í heim at ferðast.
Tó ikki á eina vanliga borgarliga uttanlandsferð sum tey flestu, men við 35 fóta seglskipinum Gaiu, sum hon sjálv skal stýra.
- Eg havi fyrireikað meg til ferðina í fimm ár. Lagt pening til viks, útbúgvið meg og lagt ætlanir um, hvagar leiðin skal ganga, fortelur Durita í reyða vindjakkanum, sum heilt sikkurt eisini er vatntættur.
Tekur ein vakt her og har
Í sivila lívinum er Durita narkosusjúkrasystir. Eitt starv, sum lættliga letur seg foreina við skiftandi bústaðir. So, um hon hevur brúk fyri at liggja at landi í eitt tíðarskeið, til dømis um báturin skal umvælast ella tørvur er á meiri peningi, ber til at taka nakrar vaktir sum sjúkrasystir, ið sum kunnugt er trotavøra í øllum vesturheiminum.
- Eg rokni eisini við at liggja summastaðni í nakrar vikur ella mánaðir í senn. Og so kanska arbeiða eitt sindur her og har, meðan eg búgvi umborð, fortelur Durita, sum eisini hevur klipt síða hárið stutt og praktiskt í sambandi við túrin.
Enn er pláss eftir
Á leiðini er ætlanin, at familja og vinfólk koma umborð sum manning á ymsum teinum. Bæði føroyingar, danir og norðmenn hava longu boðað frá luttøku. Vanliga eru fýra fólk umborð, men styttri teinar er pláss fyri seks.
– Og enn eru nøkur pláss eftir á onkrum teini, sigur Durita, sum er tøk umvegis internetið allan túrin.
Men allarfyrsti steðgurin verður í Skotlandi, har sjeikur hennara, klaverleikarin Stamen Stantchev, kemur umborð. Nógvir føroyingar kenna Stamen, sum eitt skifti búði í Føroyum. Nú býr hann í Norðurnorra, har hann virkar sum organistur.
Durita fortelur, at ætlanin eisini er at steðga á við Canarisku oyggjarnar vestan fyri afrikansku strondina. Tí roynir hon av øllum alvi at lokka vinkonurnar niður til Gran Canaria at vitja seg í heyst. Og tað er als ikki óvist, at onkur teirra tekur hana upp á orðið.
Azurblátt Bountylív
Á túrinum verður farið tvørtur um velduga Atlantshavið, eitt nú til Caribiska oyggjahavið eystan fyri miðamerikansku strondina. Til Trinidad og Tobaco og aðrar ”Bounty”oyggjar, sum flest okkara bara kenna frá azurbláum pálmalýsingum fyri Lottovinningar.
- Hetta er ein spennandi avbjóðing. Bara tað at klára at sigla við seglum og vindi og øllum tí, sum hartil hoyrir, sigur Durita, sum sjálvandi eisini gleðir seg til friðin og sólina. Tí, sum hon sigur:
- At kunna sita á dekkinum og hugsa sínar tankar. At fáa frið úti á opnum havi, at koma niður í tempo og at koma inn til tað basala í lívinum. Har sól, vindur og hav møtast, við delfinum og kanska onkrum flúgvifiski, sum blakar seg upp á dekkið, hugleiðir hon.
Lært at navigera
Ætlanin er at sigla runt millum oyggjarnar í Caribiska havinum í nakrar mánaðir. Av tí, at tað bert ber til at sigla tvørtur um Atlantshavi eitt ávíst tíðarskeið á árinum, í sessongini, sum tey rópa tað, ræður um at passa sær løgir.
- Skal eg yvirum aftur í somu sessong, má eg avstað aftur longu í mai. So tað kann væl vera, at eg verið liggjandi haryviri eina sessong afturat, og so verður túrurin longdur til tvey ár. Ella onkur annar siglir Gaiu til Europa. Tað veit eg ikki enn, sigur Durita, sum hevur nomið sær nakað av útbúgving, so hon er før fyri at sigla millum mongu skerini í oyggjahøvunum, sum ætlanin er at vitja.
- Eg havi tikið tað, sum verður rópt lítlu dugnaskapsroyndina og so eitt VHF-radioskeið. Hetta verður mett at vera minstamark fyri lærdóm ein slíkan túr, sigur Durita, sum tó viðmerkir, at tað eru ongi lógarkrøv til fólk, sum sigla bátar undir 15 metrar. Men flestu lond fara helst í næstum at seta ávís útbúgvingarkrøv í verk til hendan siglingarbólk.
Tumlaði vestur um hav
Men hvaðani stavar áhugin fyri at sigla? Duritu forklárar, at fyrsti neistin varð tendraður longu í 1988, tá hon ”tumlaði” tvørtur um Atlantshavið við fimm ymsum kjansum. Hetta letur seg gera, um ein bjóðar seg fram sum manning umborð á einum av mongu bátunum, sum liggja við kaj ymsa staðni í heiminum.
Í 1999 var Durita Joensen manning umborð á Salku Valku hjá Duritu Holm úr Gibraltar til Føroyar.
Síðan hava siglingarferðirnar verið mangar, eftir at hon og møðgurnar Turið og Randi Holm keyptu Gaiu fyri fimm árum síðani. Bæði her í Føroyum, í Svøríki og kring um í Danmark.
Lívið, sum siglir framvið
Um nakrar dagar leggur Durita frá landi móti heimsins ævintýrum. Og vinkonurnar kring lítla borðið eru bæði spentar og áhugaðar hennara vegna. Tær spyrja, flenna og droyma saman við henni. Og fleiri sita eftir við einari kenslu av sorgblídni um lívið, sum siglir framvið, og longsli eftir at vera eitt lítið sindur meira ”Durituslig”: Djørv, sterk, málrættað og ævintýrahugað.
Og jú, kanska onkur teirra fer til Gran Canaria á vitjan umborð á Gaiu í heyst!
--
Leiðin hjá Gaiu
Farið verður úr Danmark til Skotlands og suður gjøgnum Biskaya víkina, framvið sponsku og portogisisku strondini til Madaira, Canarisku oyggjarnar og suður til Cap Verde (sum í veruleikanum eita Grønhøvdaoyggjar!).
Síðani vestur um hav til Caribiska oyggjahavið, Trinidad, Tobaco og norðureftir til British Virgin Islands, út til Bermuda og yvirum til Azorurnar og hagani til Europa aftur. Roknað verður við, at tað tekur umleið tveir mánaðir at sigla tvørtur um Atlantshavið.
--
1975
var árið, tá Gaia varð bygd í Bretlandi. Hon er ein 35 føtur Nicholson glastrevjabátur við einari mastur.










