Jóan Símun Edmundsson hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við danska superligafelagið, OB. Felagið hevur fyrr brent seg av, at spælarar av spæla spælt sáttmálan niður og eru farnir fyri einki.
Helst vilja teir ikki tað við føroyska landsliðsspælaranum. Tí kundi okkurt bent á, at tað er røringur rundanum um toftamannin í OB. Hann hevur verið ein lyklaspælari síðani hann kom til frá Vejle. Høvðuspersónurin er púra róligur um støðuna.
- Also eg eri glaður fyri at spæla í OB og føli, at eg kann menna meg meira sum spælara her, sigur Jóan Símun Edmundsson, men leggur afturat:
- Men sum so nógvir aðrir havi eg eitt ynski, ella dreym um man vil, um at spæla á so høgum stigi sum gjørligt. Um ein møguleiki kemur um at spæla í einari betri deild, hevði tað sjálvandi verið spennandi, sigur toftamaðurin.
Hann hevur eina fortíð í enska Newcastle, so hann veit hvat skal til. Jóan Símun Edmundsson hevur tó fyribils bara tankarnar í OB. Málið er at røkka einum betri úrslitið enn farna kappingarár.
- Fyribils er ætlanin at vera verandi í OB í øllum førum eitt ár afturat, og at vera við til at enda í topp seks komandi kappingarár, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Nýtt kappingarár í Superliguni byrjar aftur um tríggjar vikur.