Í einari valgrein til býráðsvalið 2000 varð tikið soleiðis til um hjartamálini: "Ongantíð er meiri aktuelt enn nú at gera sær hugsanir og leggja ætlanir um framtíðina hjá okkara høvuðsstaði".
Hetta er staðfest upp aftur meir síðani. Tí havi eg av heilum huga tikið undir við at gjørd verður ein heildarætlan fyri útbygging av Tórshavnar Kommunu. Arbeiðið er sett í verk. Eitt ráðgevarafelag stendur fyri tí saman við umboðum fyri kommununa.
Ætlanirnar skula verða lidnar um eitt ár. Tá hava vit vónandi eitt gott og spennandi boð uppá, hvussu Havnin skal útbyggjast sum býur og høvuðsstaður tey fyrstu 20-25 árini. Hvar bústaðarøkini verða, hvar vinnuøkini verða, hvar handilsøkini verða, hvar stovnarnir verða og hvar rekreasjónsøkini verða.
Hetta er óivað eitt torført putlispæli, tí hóast kommunan er stór í vavi, so er ikki alt lendi eins væl egnað til alla nýtslu, og nakað nógv av góðum byggilendi er longu brúkt.
Kommunan og oljan
Í summar varð uppskot lagt fyri býráðið um eina oljuráðleggingarnevnd fyri Tórshavnar Kommunu.
Ætlaði at býráðið skuldi seta fólk at meta um, hvat árin tað fær á Tórshavnar Kommunu og okkum, sum her búgva, um oljuvinna av álvara tekur seg upp undir Føroyum.
Málið fekk ringa móttøku. Borgarstjórin kallaði tað eitt politiskt flopp og fekk sítt egna uppskot samtykt, sum segði, at embætisfólk í kommununi skula savna saman teir leysu endarnar um oljuvinnu, sum liggja á ymsum skrivstovum hjá býráðnum.
So frægt var kortini, at evstamark varð sett. Frágreiðing skal leggjast fram í summar. Tá verður so høvi at taka aftur í aftur hetta málið, sum kanska fer at vísa seg at hava nógv størri týdning, enn borgarstjórin í Havn dugdi at ímynda sær.
Øðrvísi íbúðarbygging
"?og tí er neyðugt at fáa gongd á aðrar íbúðarformar. Gongdin tann vegin hevur verið at hóma leingi", varð skrivað í sambandi við húsaneyðina í Havn.
Tórshavnar Býráð hevur nú verið við til at stovna ein sjálvsognarstovn, sum hevur til endamáls at byggja lutaíbúðir á Berjabrekku. Lutaíbúðir eru sera nógv frammi í eitt nú Danmark, har fíggingarstovnarnir í fyrstu framtíð væntast at fara at detta um beinini á hvør øðrum at sleppa at fíggja slíkar íbúðir.
Men lóggávan í Føroyum gevur ikki slíkum ætlanum tær røttu sømdirnar. Tað er spell, tí slík bygging er eisini ætlað teimum, sum ikki eru før fyri ella ikki leggja í at seta seg fyri vanligum sethúsum. Vanliga eigur hon heldur ikki part í Hon eigur heldur ikki part í spekulasjón.
Best hevði verið, um eftirlønargrunnar ella onnur við pengum komu upp í ætlanir av slíkum slag, men tey tykjast halda seg aftur. Tí tykir mær, at tað nú er ein spurningur, um kommunan ikki noyðist at seta nakað meir í projektið á Berjabrekku 3 til tess at fáa gongd á
Havi skilt, at Berjabrekka 3 skal keypa grundstykkið, sum byggjast skal á, frá kommununi fyri útivið fimm mió kr. Til tess at komið eitt stig longur fram ímóti teirri øðrvísi íbúðarbyggingina kundi kommunan, um hon meinar nakað sum helst við sína vælvild, skotið grundstykkið inn í ætlanina.
Eintáttað bygging
"Sjálvandi skal kommunan, so væl, sum hon kann, útvega nýggj grundstykkir til sethús", varð sagt í somu grein. Gongd er allatíðina í slíkum ætlanum, og tí er nógv ferð á húsabyggingini í Havn í dag.
Hesi hús seta sín dám á umhvørvið og verða ein partur av Havnar býi í mong, mong ár. Tí er umráðandi, at skil er í byggingini. Húsini skula bæði vera góð at búgva í og hava gott árin á kringumhvørvið og býarmyndina.
Partar av tí nýggjastu húsabyggingini í Havn kundu verið betur. Einstaklingahúsini eru vanliga áhugaverd og prýði fyri umhvørvið, men orsøk er til at finnast at raðbyggingunum.
Mær tykir, at vit longu hava fingið heldur nógvar av hesum longu sperðlunum, sum eru so eináttaðir og keðiligir, at tú onkrar løtur kennir teg staddan eystanfyri jarntjaldið.
Her hevur byggideildin hjá kommununi eina týðandi uppgávu saman við byggi- og býarskipanarnevndini. Meir enn so verður talað at, men tað verður kanska ikki gjørt nóg ofta og nóg fast.
Eg haldi ikki, at tað nýtist at vera ein meginregla, at lítið hugflog skal vera í eini húsabygging fyri at hon skal vera yvirkomilig fíggjarliga.
Býurin og børnini
"Allir partar verða vinnarar, um trupulleikarnir at ansa børnum verða loystir", varð sagt um barnaansingarmálini, sum vóru einafremst í kjakinum til býráðsvalið.
Havi viðgjørt hesi málini í mentamálanevndini. Ongin ivi er um, at hugburðurin er at nøkta tørvin, so skjótt sum til ber, og tí verður fyrsta dagin farið undir at byggja tveir stovnar aftrat.
Hevði samgongan ikki havt loynda dagsskrá í hesum byggingarmáli, høvdu stovnarnir báðir longu verið komnir væl áleiðis, men nú verða teir valla lidnir fyrrenn árið fer at halla. Útlit eru til, at fleiri dagstovnar verða settir í ordra nakað skjótt.
Serfrøðingar hava í seinastuni viljað verið við, at fløskuhálsar á hesum økinum og íbúðarøkinum darva teirri menning, sum annars hevur tikið seg upp í landinum.