Eitt prosent á muni

Hóast tað enn er eitt hálvt ár til amerikanarar skulu í valhølini og velja teirra nýggja forseta, og hóast hvørki republikanararnir ella demokratarnir hava endaligt valt teirra valevni, so byrja veljarakanningar til forsetavalið at fylla alsamt meira í tíðindastreyminum í USA.


Lítil ivi er um, at tað vera Hillary Clinton og Donald Trump, ið skulu stríðast um tekkið hjá amerikanska veljaranum, og tað er júst tey bæði valevnini, ið ein nýggj veljarakanningin hjá Reuters/Ipsos hevur biðið amerikanarar velja millum.


Fá góvu Donald Trump nakran kjans at vinna undanvalið hjá republikanarunum og gerast forsetavalevnið hjá flokkinum, men hann skúgvaði allar neiligar forsøgnir og ivamál til viks og vann ein greiðan siður á Jeb Bush, Ted Cruz, Marco Rubio og øðrum favorittum.


Um tey vóru fá, ið trúðu upp á Donald Trump sum forsetavalevni, so vóru tað uppaftur færri, ið fyri einum ári síðani mettu, at hann hevði nakran kjans at gerast forseti.


Seinastu mánaðirnir hava allar veljarakanningar eisini staðfest, at Doanld Trump hevði tapt so dyggiliga, um fólk skuldu velja millum hann og Hillary Clinton.


Men sambært nýggjastu veljarakanningini, so er leiðslan hjá Hillary Clinton horvin. 41 prosent siga, at tey høvdu valt Clinton, meðan 40 prosent peika á Trump. 19 prosent av teimum spurdu hava enn ikki avgjørt hvønn tey velja.


Sostatt er so gott sum eingin munur millum valevnini í nýggjast veljarakanningin, serliga tá hædd verður tikið fyri, at óvissan í kanningini er trý prosent.


Talan er um eina sjónliga broyting í tølunum, tá nýggjasta kanningin verður samanborin við seinastu kanning hjá Reuters/Ipsos, ið varð kunngjørd í síðstu viku.


Tá søgdu 48 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu valt Clinton, meðan einans 35 prosent høvdu valt Trump.