Nú Kristin Michelsen hevur sett stuðulin til samgonguna í veð fyri at vinna valdið aftur í Tvøroyrar býráð, so er tað fyrstu ferð, at landsstýrið og Løgtingið er komið í ta støðu, at ein tingmaður beinleiðis hóttir samgonguna fyri at tryggja sær privat viðurskifti uttan fyri tinggátt.
Tó er tað hent fleiri ferðir áður, at tingfólk eru farin úr flokki – eisini einum samgonguflokki. Men tá hevur tað vanliga verið tí, at ósemja hevur verið um eitthvørt politiskt mál á tingi ella í landspolitikki. Men ongatíð áður hevur ein kommunustýrislimur sett slík krøv fram ímóti eini samgongu, sum Kristin Michelsen ger nú.
Enn er ikki greitt, hvørjum tað endar við. Men greitt er í øllum førum, at nú hevur Javnaðarflokkurin bara seks atkvøður í Løgtinginum í mun til tær átta, sum flokkurin vann á valinum í 2015, tá flokkurin hevði stóra framgongd upp á 7,3 prosentstig.
Í brævi til Aksel V. Johannesen, løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, ger Kristin Michelsen greitt, at beinleiðis orsøkin til, at hann tekur stuðulin aftur til samgonguna og fer at atkvøða frá máli til mál er, at tey trý umboðini, sum eru vald í Tvøroyar býráð fyri Javnaðarflokkin, ikki vilja samstarva við seg.
Í brævinum til løgmann sigur Kristin Michelsen soleiðis:
»Undirritaði Kristin Michelsen, Froðba, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hervið boða løgmanni og formanni fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen frá, at eg Kristin Michelsen, løgtingsmaður frá í dag av, atkvøður mál fyri mál í Løgtinginum og er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við undirritaða.«
Enn er ikki greitt, hvørja avleiðing tað fær fyri samgonguna, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av samgonguni. Løgmaður segði í gjár, at hann fer at taka sær ta tíð, tað krevur, at viðgera støðuna. Men hann váttaði eisini, at Kristin Michelsen hevur heitt á hann um at hjálpa sær í stíðnum í Tvøroyar býráð.
Í býráðnum á Tvøroyri er støðan tann, at Kristin Michelsen til seinasta kommunuval stillaði upp á egnum lista, Kommunulistanum, og ikki á javnaðarlistanum. Hann fekk trý umboð vald av sjey og skipaði samgongu saman við Borgaralistanum. Javnaðarflokkurin fekk eisini trý umboð vald, sum endaðu í andstøðu.
Síðani er tað hent, at eitt umboð á listanum hjá Kristini Michelsen, Kristina Roest, er farin av listanum og upp í samstarv við Javnaðarflokkin, sum nú hava meirilutan og krevja allar nevndir valdar av nýggjum. Tað merkir, at Kristin Michelsen sum borgarstjóri missir alt vald á Tvøroyari.
Hetta stríð er nú flutt í Løgtingið og kann fáa sera álvarsamar avleiðingar.
Seinast ein samgongutingmaður tók stuðul til samgonguna aftur við álvarsomum avleiðingum var í 1994, tá Lasse Klein, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin og løgtingsformaður, tann 9. mai í 1994 tók stuðulin til samgonguna hjá Maritu Petersen aftur. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sótu tá í samgongu við 17 umboðum. Samgongan kom tá í minniluta, og løgtingsval varð útskrivað í úrtíð at vera 7. juli 1994.
Munurin í dag er, at ein samgonga kann sita við færri enn 17 atkøvðum. Tað kundi hon ikki tá, tí tá skuldu øll mál hava í minsta lagi 17 atkvøður fyri, um tey skuldu samtykkjast. So er ikki í dag. Men ein samgonga, sum ikki hevur meiriluta, kann altíð koma í minniluta, og tá er skjótt, at val verður útskrivað.
Naggatódnin í Javnaðarflokkinum er sera álvarsom. Spurningurin er so, um hóttanin hjá Kristini Michelsen hjálpir honum, so hann aftur fær valdið á Tvøroyri. Tað kann loysast við, at Javnaðarflokkurin á Tvøroyri bakkar og gevur Kristini Michelsen alt valdið aftur í Tvøroyrar býráð.
Ein onnur loysn er, at Tvøroyrar býráð samtykkir, at borgarstjórin ikki kann sita á tingi. Tað kann gerast á næsta býráðsfundi. Tá má Kristin Michelsen velja, um hann vil vera borgarstjóri ella løgtingsmaður. Velur hann borgarstjórasessin, so er trupulleikin hjá Akseli V. Johannesen loystur, og Hilbert Elisson í Vestmanna fær tá sæti á tingi fyri Kristin Michelsen.
Velur Kristin Michelsen hinvegin løgtingsessin fram um borgarstjórasessin, so er líka vítt sum sítt hjá løgmanni. Men so fær Javnaðarflokkurin alt valdið á Tvøroyri. Kristin Michelsen missir borgarstjóraeffektina á Tvøroyri – og tí kann hugsast, at hann ikki stendur líka sterkur á næsta kommunuvali.
Dagarnir hjá Kristini Michelsen í løgtinginum fyri Javnaðaflokkin eru uttan iva taldir. Hann hevur brotið fleiri floksreglur og kann ikki stilla upp á næsta løgtingsvali fyri flokkin. Í politikki ber annars alt til – og tað er púra vanligt, at flokkar síggja stórt upp á flokslógir. Men í hesum føri er trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum størri enn so. Stillar Kristin Michelsen uppaftur til løgtingsval fyri Javnaðarflokkin, so hevur flokkur eitt stórt forkláringsproblem.
Kristin Michelsen hevur valið ímillum borgarstjórasessin og løgtingssessin. Velur hann borgarstjórasessin kann hann tryggja sær eina politiska framtíð á Tvøroyri við sínum egna litsa. Velur hann løgtingssessin verður tað stokkutur politiskur hiti. Skal hann veljast aftur á ting má hann stilla upp fyri annan flokk. At verða valdur á ting uttanflokka kravdi á seinasta løgtingsvali 1.105 atkvøður, Kristin Michelsen fekk 302.
Men á Tvøroyri stóð Kristin Michelsen sterkur á seinasta kommunuvali. Hann fekk 297 persónligar atkvøður, sum svarar til 25 prosent av atkvøðunum.
Skrykkir Kristin Michelsen teppið undan løgmanni og samgonguni, so er tað fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt privat stríð hjá einum tingmanni førir til samgonguslit og nýval.










