Stóra húsið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Tinghúsvehm við endaveggi út móti Bøkjarabrekku er ikki júst stásiligt. Tað
Er í sera ringum standi, men heldur at brúka nógvan pening upp á at umvæla húsið valdi Havnar Arbeiðsmannafelag at byggja nýtt.
Hetta er húsið, har Faroe Dane áður húsaðist.
Ætlanin er so skjótt sum gjørligt at ara undir at taka gamla húsið niður, og tilboðini uppá at byggja nýggja húsið skulu væntandi koma inn um mánaðrskiftið mai-juni.
Tað fer at taka eitt gott ár at byggja nýggja húsið.
- Vit hava lagt dent á, at tað nýggja skal vera eitt vakurt hús, eitt prýði fyri býin og eisini ein stoltleiki fyri arbeiðsmannin, sigur Hans Joensen.
Fimm hæddir
Teknistovan Magnus hevur teknað húsið, sum fer at hava gólvvíddina 1414 fermetrar samanlagt. Húsið verður í fimm hæddum, harav niðasta hædd verður parkeringskjallari.
Hæddina inn fyri vegnum skal Havnar Arbeiðsmannafelag hava til sítt egna virksemi, og hinar hæddirnar verða innrættaðar sum skrivstovur at leiga út.
Magnus Hansen sigur, at framsíðan á húsinum verður í glasi, sum verða gjøgnumskygd. Konstruksjonin verður úr stáli.
- Eg havi roynt at fáa nýggja bygningin samansjóðaðan við tað gamla beint við, men hesin bygningurin verður lættari, sigur Magnus Hansen.
Hetta verður ein nýmótans bygningur í miðbýnum, og hann fer at verða við til at styrkja miðbýnin sum miðbý, sigur Magnus Hansen.
Tað er stórarbeiði at fyrireika byggingina av einum slíkum húsi, og Teknistovan Magnus fekk UP-verkfrøði at gera sín part, og Viggo Akraberg Hansen hevur fyrireikað el-arbeiðið.











