STARV
?Hetta er ein politisk setan. Talan er um reinan politikk og einki fakligt. Eg skal ikki ivast í førleikanum hjá landsstýrismanninum sum landsstýrismann, men eg vil so sanniliga ivast í førleikanum hjá landsstýrismanninum sum embætismaður, sigur Arne Thorsteinsson.
Hann grundgevur hetta við, at Annlis Bjarkhamar hevur sett sítt embætisverk til viks, og hetta ivast fyrrverandi landsantikvarurin stórliga í, um landsstýrismaðurin hevur førleika til.
?Eg meti ikki, at hon hevur førleika til at taka dagar ímillum vísindaliga førleikan hjá tveimum umsøkjarum í sambandi við setanina av einum landsantikvari. Hetta er púra óhoyrt, sigur Arne Thorsteinsson.
Sjálvur var Arne Thorsteinsson landsantikvarur frá fyrst í áttatiárunum til ársskifitið 2000-2001.
Hann sigur seg ikki vilja gera metingar um, hvør kanditatur var tann best hóskaði, tí hann hevur ikki verið við í viðgerðinum í málinum, og neyðugt er eisini við tilfari til at gera tílíkar metingar.
?Tað kann fyri sovítt vera líka mikið, hvør er best skikkaður. Tað, sum er avgerandi her, er, at landsstýrismaðurin setir setunarbólkin til viks og tekur eina avgerð, ið hon ikki hevur fakliga førleikan til at taka, sigur Arne Thorsteinsson.
Hetta við politiskum setanum heldur Arne Thorsteinsson vera sera óheppið, og hetta skapar óneyðuga órógv.
?Fólk vita, at hetta er ein politiska setan, og hetta setir Fornminnissavnið í ringt ljós, sigur Arne Thorsteinsson.
Hann roknar við, at verður hetta eitt fyridømi, so kann roknast við fleiri politiskum setanum.
?Vanliga plaga fólk, sum eru politisk sett, at hvørja aftur, tá teirra politiski verji fer úr starvi, sigur Arne Thorsteinsson.
Ógreitt bræv
Arne Thorsteinsson hevur eisini lisið brævið frá Annlis Bjarkhamar til Símun V. Arge, har greitt verður frá, at hesin ikki verður settur í starv sum landsantikvarur.
?Tann, sum hevur skrivað hetta brævið, veit ikki, hvat innihaldið í starvinum er. Tískil ivis eg í, um tað er landsstýrismaður, sum sjálv hevur viðgjørt hetta málið. Tá má vera onkur annar, men tað er ikki hennara embætisverk, sigur Arne Thorsteinsson.
Fyrrverandi landsantikvarurin heldur málið sum heild vera rættiliga skakandi fyri framtíðina.
Úr flokkinum
Arne Thorsteinnsson sigur seg vera skakaðan av hesum málinum, at hann vendir Tjóðveldisflokkinum baki.
?Eg havi verið tjóðveldismaður alt mítt lív, men tað eri eg ikki longur. Tað er hesa framtíð, eg ynski fyri Føroyar. Fakliga og vísindaliga arbeiðið á Fornminnissavninum eigur ikki at verða stýrt politiskt á henda hátt, sigur Arne Thorsteinsson.











