Eitt pláss upp í jólagávu

Síðsti FIFA styrkislistin í 2007 er nú kunngjørdur, og sambært honum vísir pílurin nú rætta vegin hjá Føroyum. Í november vóru Føroyar nummar 195, og nú eru Føroyar sambært FIFA listanum nummar 194 í fótbóltsheiminum.

Stigatalið hjá Føroyum er tað sama, sum tað var fyri einum mánað síðani, men Føroyar eru fluttar eitt pláss upp, tí fleiri av liðunum, sum eru í nánd av Føroyum, hava mist stig.

Ovast á listanum er Argentina. Á næstu plássunum eru Brasil, Italia, Spania, Týskland, Tjekkia, Frankaríki, Portugal, Holland og Kroatia, sum er nummar 10. Grikkaland er nummar 11, og tey næstu á listanum eru Ongland, Rumenia og Skotland.

Besta norðurlendska fótbóltstjóðin er sambært FIFA Svøríki, sum er á 24. plássi. Noreg er nummar 29, Danmark nummar 31 og Ísland er nummar 90.