Eitt pláss aftur á FIFA-listanum

Í mun til listan fyri apríl mánað, eru Føroyar yvirhálaðar av Filipinunum, sum er farið seks pláss upp eftir listanum.

Landsliðsuppgávur hevur talan tó ikki verið um hendan seinasta mánaðin, og tí er styrkistalið hjá Føroyum óbroytt.

 

Ovast á listanum er framvegis Spania, meðan Holland er nýggjur tvey´ari framman fyri Týskland, Italia, Brasil og Ongland.

 

Sterkasta norðanlandið á listanum er Danmark, sum nú verður styrkismett sum nummar 24 av heimsins fótbóltstjóðum.