Eitt plágandi ítriv

Í hesum døgum hevur ein tann størsti religiøsi provokatørurin í DK, Moses Hansen, verið á vitjan í Føroyum. Mong minnast óiva seinast hann var her, fyri góðum ári síðani, tá hevði Dimmalætting reportasju av honum, so stóra og umfatandi, at ein skuldi trúð, at hetta var ein ella annar ambassadørur, sum komin var á vitjan. Myndir av armrørslum og ymiskum andlitsbrøgdum av hesum manni vóru bæði stórar, og nógvar í tali.

Nú var hann so aftur her. Og spyrjast kann, um okkum yvirhøvur nýtast hendan brúna, hvíthærda purluta mannin at undirhalda okkum? Vit hava jú ríkiliga nógvar ?entertainarar? av hasum slagnum framman undan her á landi.

Útbreiðsla
Útvarpssendingin "Barometrið", sum eftir mínum tykki er ein av teimum frægastu sendingunum, sum nakrantíð hava verið í eturinum í Føroyum, var inni á gólvinum hjá útvarpsrásini Lindini fríggjadagin 30. aug. 02 og tosaði við onkran av andsbrøðrunum hjá Mosesi Hansen.
Tað skal ikki so nógv til fyri at fáa meg at undrast, tá eg hoyri sovorðin fólk tosa um moral o.a., men eitt av tí sum sló meg mest var at hoyra tey í Lindini fortelja, hvussu týdningarmikið tað er fyri tey at provokera, og tirra fólk við sínum religiøsa vavgreyti. Um tey t.d. stóðu framman fyri eini áhoyrarafjøld okkurt kvøldið og kundu framprovokera eitt klimaks, so at áhoyrarnir til seinast fingu propp av sær og byrjaðu oysa ókvæmisorð á seg, og grýta jesussuppu ella okkurt líknandi eftir teimum, so føldu tey, at tey høvdu vunnið ein sigur. Tí mátistokkur teirra fyri success kundi mátast í útslagnum av mótreaktiónum hjá teimum, sum vóru útsett fyri teirra ágangi. Og tess fleiri ókvæmisorð og kastaðar lutir tey fingu á seg, tess betri hevði átak teirra, eftir øllum at døma, eydnast. Ikki eiti á hugburði.
Ymisk eru ítrivini hjá fólki, men at hava fingið sær eitt ítriv sum gongur út upp á, at sjenera onnur fólk við síni sjálvrættvísu og naivu ímyndan, at man á hendan hátt tænir einum høgum endamáli, tað má nærum metast sum ?dummere end politiet tillader?.

Kraftagerðarfólk
Tá boðað var frá, at áðurnevndi danski religiøsi, snævurskygdi fanatikarin aftur skuldi koma á vitjan í Føroyum var tað sum um, at ein annars deiligur friður, sum hevði verið síðani Ólavsøku, var brotin. Symbolikkurin gav seg til kennar, tá ódnarveðrið brast á síðst í august mánaði samstundis við, at Moses Hansen kom til landið, eftir at veðrið hevði verið so vælsignað stórsta partin av mánaðinum.
Til alla lukku eru vit væl meiri upplýst enn fólkini í tí lítlu svensku bygdini, sum umleið næstseinasta aldarskifti, so væl framført í filminum "Jerusalem" hjá Bille August, blivu invaderaði av einum fremmandum religiøsum fanatikara, sum megnaði at forpesta eina annars so harmoniska og idylliska landsbygd við sínum forheksaða møsni um dómadag, Himmali og Helviti.
Men hóast flestu fólk í dag eru nóg upplýst til at duga at skyna, at hetta slag av øsing er fullkomiliga láturligt og átti at hoyrt heima á psykiatrisku deild, so eru tað eisini summi, serliga ung leitandi, og móttakilig menniskju, sum bíta á hendan húkin, og harvið blíva darvaði í síni natúrligu mentalu menning.
Meðan nógv verður gjørt frá almennari síðu fyri at fyribyrgja misnýtslu av øðrum rúsandi evnum, sýnist tíverri alt ov lítil áhugi vera í, at verja tey ungu ímóti religiøsum humbukki. Tað syndarliga er oftani, at tá hesi ungu einaferð rakna við aftur, eftir at hava gingið drukkin í fleiri ár av ?spiritus sankti? (heilagum anda), so koma timburmenninir, og viðurkenningin av, at hava søplað fleiri ár burtur í einari meiningsleysari fantasi-tilveru.
Tað munnu neyvan vera serliga nógvir føroyingar sum gleðast um, at hava hendan Moses á vitjan. Religiøsir fanatikarar hava tað við ikki at respektera aðrar, og í flestu førum, nógv sunnari lívsáskoðanir enn teirra egnu. Um íðinskapurin til at missionera hevði verið proportionalur við dygdina í eini lívsáskoðan, so er ongin ivi um, at ISLAM hevði megað verið mett sum tann rættasta lívsáskoðanin.
Men veruleikin er nokk ein heilt annar - at tess ídnari summi eru til at missionera, tess ivasamari er tað, hvussu beinari leið hesi fólkini eru á, og hvussu væl tey hvíla í sær sjálvum. Áhugavert hevði verið, um t.d. Gallup hevði kunnað gjørt eina kanning sum vísti okkum, hvussu stórur prosentpartur av øllum føroyingum í veruleikanum ynskja religiøsan ørskap í Føroyum.