Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og eitt par fiskar sild. Skipini, sum fiska upsa, fáa eisini nakað av hjáveiði.
- Upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er vánaligur, men skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap eftir svartkalva.
Væntandi kemur skipið inn at landa síðst í næstu viku ella fyrstu í aðru viku
Seks av teimum smáu trolbátunum eru í løtuni til fiskiskap eftir havtasku, men fiskiskapurin er smáligur.
- Vit rokna við, at tveir koma inn at landa mánadagin, og hinir koma helst miðskeiðis ella síðst í næstu viku.
Eitt garnaskip er til fiskiskap eftir havtasku. Teir koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku, men fiskiskapurin er vánaligur.
- Eitt garnaskip fiskar havtasku. Teir hava brúkiligan fiskiskap og koma helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.