Eitt ósakligt og ógrundað gleps

- Tað harmar tað meg, at formaðurin í Lærarafelagnum sáar mistreysti

- Hetta er eitt ógrundað, ókonstruktivt og ósakligt gleps!

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, er ikki fegin um atfinningarnar hjá Herálvur Jacobsen, formanni í Lærarafelagnum, ímóti teimum avgerðum, sum eru tiknar í Klaksvík og í Havn um at leggja skúlar saman.

 

At leggja skúlar saman, áðrenn tað er greitt, hvussu teir skulu skipast, kallar  hann óðamannaverk, sum í ringasta føri kann vera skaðiligt

 

 

Les meiri her: Í ringasta føri er tað skaðiligt

 

 

Bjørn Kalsø heldur, at formaðurin í Lærarafelagnum roynir at mála eina veruleikafjarða glansmynd av skúlunum.

 

Av teimum fýra skúlunum, sum hava lagt saman, var tað bara ein, sum hevur havt jampiligar hølisumstøður.

 

- Hinir skúlarnir, nevniliga Kommunuskúlin, Venjingarskúlin og Skúlin á Ziskatrøð, hava ikki havt góðar umstøður, og teir hava eisini húsast í fleiri bygningum.

 

- Avbjóðingarnar við hølisumstøðum hjá næmingum og lærarum eru sostatt ikki íkomnar av samanleggingum, sum formaðurin í Lærarafelagnum vil vera við.

 

Bjørn Kalsø vísir eisini á, at Mentamálaráðið hevur góðkent bygnaðin í Klaksvík og í Havn, og sostatt eru skúlarnir lagdir saman og leiðslur eru settar

 

- Kommunurnar hava eisini spent seg fyri at byggja nýggjar skúlabygningar Hetta lyftið mugu tær halda, tí talan er um neyðugar íløgur í næmingarnar og harvið framtíðina hjá kommununum báðum, sigur landsstýrismaðurin.

 

- Mentamálaráðið hevur lovað, at tilgongdin at leggja skúlarnar saman, skal vera smidlig og trygg, hvat tímajáttan til skúlarnar viðvíkur.

 

- Talan er um eina skiftistíð hjá samanløgdu skúlunum, sum tryggjar, at lærarar ikki verða sagdur úr starvi vegna tímajáttan, og at leiðslurnar fáa umstøður at skipa samanlagda virksemið á tryggari grund, leggur hann afturat.

 

Tí harmar tað hann, at formaðurin í Lærarafelagnum ”sáar mistreysti” í eina tilgongd, sum er byrjað, og sum hann veit ikki kann steðga.

 

- Tað harmar meg eisini, at hetta verður gjørt, uttan at víst verður á nakra gongda leið, sigur Bjørn Kalsø.