Eitt orð er eitt orð

Viðmerking til Niels Kára Nielsen

Jógvan Jacobsen
??????????????

Yvirskriftin er ein staðfesting, sum sigur seg sjálv. Men eg kenni meg ofta noyddan at greiða frá hesum sjálvsagda veruleika.
Niels Kári sigur í viðmerking til mín, at 54,5% til loysingarflokkar á løgtingsvali ikki er tað sama sum 54,5%.
Eg eri so púra samdur. Eitt løgtingsval er ikki ein fólkaatkvøða. Mær vitandi hava bara sambandsfólk roynt at gjørt løgtingsvalið farna til eina fólkaatkvøðu.
Men veruleikin er, at 54,5% av atkvøðunum fóru til loysingarflokkarnar. Og ein styrktur meiriluti av tinginum (18 av 32) hevur loysing og fullveldi sum mál.
Vinstrivongurin kom eisini styrktur burtur úr valinum. Hóast at sjálvstýrisvongurin og vinstrivongurin í føroyskum politikki komu styrktir burtur valinum, so er nýggja samgongan ein høgravend sambandssamgonga. So man kann brúka løgtingsvalið til tað, man vil.
Niels Kári førir eisini fram, at meirilutin á einari fólkaatkvøðu um loysing má vera 75% ella meira, fyri at hetta skal setast í verk.
Hetta haldi eg vera ræðuligt. Ja beinleiðis andstyggiligt. Hevur ein sambandsatkvøða veruliga størri virði enn ein loysingaratkvøða? Eru sambandsfólk betri enn loysingarfólk? Er Niels Kári Nielsen betri enn eg?
Eg eri ikki samdur við Niels Kára, at summi fólk eru betri enn onnur. Øll fólk hava sama virði og allar atkvøður hava sama virði.
Skal meirilutin fyri loysing veruliga vera 75% ella meira fyri at kunna setast í verk, so má tað sama vera galdandi hinvegin.
Men trupulleikin er, at ein meiriluti uppá 75% hevur ongantíð verið í Føroyum fyri at landið skal limast inn í Danmarkar ríki. Ikki eingang vanligur meiriluta hevur verið á nakrari fólkaatkvøðu, sum hevur verið.
Á øllum fólkaatkvøðum um ríkisrættarliga spurningin, sum hava verið í Føroyum, hevur svarið verið loysing ella nei til danska grundlóg.
Niðurstøðan kann bara vera, at Føroyar ikki eru partur av Danmarkar ríki.
Men tíverri er tað soleiðis, at Danmark ikki hevur fólkaræðisligan hjálandapolitikk. Eiheldur vil Sambandsflokkurin ella Niels Kári Nielsen hava fólkaræði í Føroyum.
Er framtíðin eitt samfelag, har sambandsfólk eru betri enn onnur, so stúri eg fyri framtíðini.
Vit kunnu ikki nevna okkum rættarsamfelag ella vælferðarsamfelag um øll fólk ikki eru líka góð.
Eitt orð er eitt orð og ein atkvøða er ein atkvøða. Men Niels Kári Nielsen er eftir øllum at døma ikki samdur.