Eitt ógvuliga hendingarríkt ár

- Mítt mál er at liva rímiliga sunt og halda meg í form, sigur Bjarni Hammer, býráðslimur og løgtingsmaður.

- Nógv hevur verið at tikist við fyrstu 100 dagarnar, sigur Bjarni Hammer, sum eisini er formaður í vinnunevnd løgtingsins.

- Nýggjárshaldið á Tvøroyri er nokk tað størsta í landinum, so her er nógv at fara til. Síðan tiltakið er flutt út á Tvøroyri, samlast familjan sum oftast heima hjá okkum. Tað er við røstum kjøti og tí sum har hoyrir til.

Tað sigur Bjarni Hammer, býráðslimur í Tvøroyrar kommunu og løgtingslimur. 

Hann vísir á, at gamlaárskvøld samlast býurin nakað fyri kyndlagonguna við fiskaplássið til velduga stórt fýrverk, sum veruliga má upplivast.

- Eg keypi hvørt ár fýrverk og royni at deila keypini millum tey sum selja, gjarna lokal ítróttarfeløg og áhugafeløg. Vanliga skjóti eg fýrverk saman við børnunum nakað fyri midnátt.

Hann leggur dent á ,at gamlaársnevndin ger eitt stórt arbeiði í samband við stóra nýggjárshaldið á Tvøroyri.

- Árið 2015 hevur verið eitt sera hendingaríkt ár fyri meg. Vit fingu ein son í november í 2014, sum hevur fylt nógv hjá okkum. Havgrímur, sum sonurin kallast, er uppkallaur eftir abbanum.

Hann vísir á, at teir í 2015 gjørdust føroyameistarar við Tvørábátinum, og so varð hann eisini uppstillaður til fólkatingsval og løgtingsval. Hann varð valdur beinleiðis inn á løgting, og er í løtuni eisini varamaður hjá Sjúrði Skaale á fólkatingi.

Bjarni Hammer sigur, at nógv tíð fór til at føra valstríð, og nógv hevur verið at tikist við teir fyrstu 100 dagarnar hjá hesi samgonguni, sum hann er partur av.

- Eg havi upplivað og lært ómetaliga nógv. Hetta hevur verið strævið, men samstundis ógvuliga gevandi.

Hann heldur, at størstu hendingarnar í 2015 eru, at hann kom beinleiðis inn á løgting á valinum 1. september - og so føroyameistaraheitið við Tvørábátinum.

- Tað keðiliga er uttan iva, at tíðin at vera saman við familjuni ikki hevur verið so nógv, sum eg kundi hugsað mær. Tí er tað mítt ynski í 2016 at vera meira saman við familjuni og børnunum.

Bjarni Hammer sigur, at hansara ynski eisini er, at øll koma væl inn í nýggja árið, og at løgtingsarbeiði fer at eydnast sum best.

- Eg havi altíð onkra verkætlan, sum eg hugni mær við. Mítt mál er annars at liva rímiliga sunt og halda meg í form, sigur Bjarni Hammer, býráðslimur og løgtingsmaður.