Eitt er tað sum eg eigi ikki so væl við at skilja, tað eru lýsingarorðini stórt - og nógv ofta sær ein at sagt er so mikið stórt ella so mikið nógv, er ikki nokk at siga so stórt og so nógv.
Annað orð virkar so undarliga at hoyra ella sýggja, tað er nýtsla oftar sagt um hús ella bygging er tikin í nytslu,hetta ljóðar so undarliga tí ein sær mætvöru nýtast,ella okkurt sum minkar og hvörvur, men hús og bygging er tikin í brúk tá hon er liðug, nú eri eg kanska komin út á hálan ís tí fyrir um 60 árum var skúlin úti á bygd ikki so heilt av tí stóra, men eg vóni at har hevur verið mikið bött um.
Men eitt má tó sigast, at vart er so lítil tjóð sum föroyar íð kan státa av at eiga egið móðurmál og tað tó hon hevur ikki átt egið ritmál í meir en innan við 200 ár, frásögusnildin og kvæðini eiga mestu takkir fyri varveitslu málsins, men sjálvandi broytist málið, vit sýggja tað best her í Íslandi hvussi málið broytist, nú er komin nyggj týðing á Bíbliuni, seinasta týðing var gjörd í 1981, og er tað stórur munur á tíðingini nú og tá og er tá munurin helst í framsetning á ritmáli.
Föroysk tíðindi til útisetar
Ég havi eina tíð verið haldari av Sosialinum og kostaði haldaragjalðið 500 f.kr. um ársfjórðingin nú hendan dagin fekk eg bræv um at haldaragjaldið fyri fólk í útlondum skuldi hereftir gjalda 100 kr. fyri ársfjórðingin, hetta er sum sagt, blaðið hækkar um 100%, eg vil ikki bera ímóti at dýrt kann vera at senda blaðpakkan við 5 blöðum til útlanda, tó haldi eg, at hetta má vera óhoyrt stökk í einum lopi, so eg má siga, at tað gongur ikki, tí tað sum eg havi áhuga fyri eru tíðindi heimanfrá, og í hvörjum blaðið er at eg haldi ikki meir en 15-20% áhugaverd tíðindi frá Föroyum hitt er snakk ella lýsingar.
Tað sum kundi verið áhugavert var um saman vóru tikin föroysk týðindi og givið út eina ferð um vikuna og sent til útisetar og tey, sum vildu fylgjast við föroyskum viðurskiftum.
Eitt er tað sum eg komi til at sakna í Sosialinum, tað eru skriv Óla Jacobsen um ymist gamalt ótrúliga áhugavert.
Skerpikjöt spik og turt tvöst
Eg var fegin, tá bóndi av oyggj einari á Breiðafjörðinum hevði samband við meg, tí hann hoyrdi at mær gekk illa at turka kjöt her á Akureyri, bóndin sendi mær part úr kjógvi til at sanna at kjöti hjá honum var gott, hetta var fyri 5 árum og hevur hesin bóndi turka fyri meg kjöt síðan, eg vil nú ikki siga at allt er líka gott, men tað er sumt sum alls ikki er verri en föroyska skerpikjötið, tað tekur longri tí at torna.
Eg havi eisini fingið frá manninum ræst kjöt avbera gott, tað hava eisini aðrir föroyingar og aðrir sum dáma turt kjöt fingið kjöt frá sama bónda.
Í fjör skrivaði eg til sjávarútvegs og landbúnaðar ráðuneytið og sökti um loyvi til at fá at flyta inn frá Föroyum skerpikjöt, tvöst (turt) og spik eg roknaði ikki við at hoyra frá teimum aftur, men viti menn svar kom at eg kundi fáa loyvi fyri lítlari nögð til egi brúk, men tí fylgði krava um at ymsir papírar og attestir máttu fylgja við um so sum sunnheitsattest viðurkent slaktarí, eg fekk systur mína heima at skaffa eitt kjógv, lítið eitt av tvösti og eittsindur av spiki, hetta kom allt uttan nakað sum helst.
Tí sendi eg í febrúar hetta árið teldupost til somu stovnun og bað nú um loyvi fyri tvösti og spiki,eg roknaði ikki við at fáa svar tí eg hevði ikki hoyrt frá teimum um miðjan júni,men um 20. júni kom svar at eg kundi flyta inn til egið brúk lítið eitt av turrun tvösti og spiki, og somu reglur skuldi haldast um váttan og onnur skriv um uppruna vörurnar og frískleika.
So eg eri fegin at tað kann lata seg gera at fáa föroyskan mat higar, kanska er tað Hoyvíkssáttmálin sum loysir um hafti sum verið hevur.









