Hvat hevur tú at siga um árið 2013?
- Politiskt var árið positivt her í Tórshavnar kommunu. Verri er í vælferðar-Føroyum, sum er í vanda av flatskatti, forskatting av pensjónum og nú eisini avtøku av fólkapensjónini. Tað verður eitt øgiligt upptak eftir hesa samgongu. Persónliga vóru G-festivalurin, The Wall konsertin í Berlin og stíðið fyri líkarætti fyri samkynd millum hæddarpunktini í árinum. Við sorg minnist eg aftur á stóru ferðsluvanlukkurnar í 2013, sigur Rigmor Dam.
Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?
- Í ár verða vit 27 av teimum nærmastu til borðs í familjuhúsinum hjá Dam á Tvøroyri, so har verður lív í. Sjálv keypi eg einki fýrverk, ræðist tað faktiskt eitt sindur. Maðurin og børnini keypa tó nakað, hóast tað helst verður óneyðugt, tí býurin plagar at hava eitt stórt, felags fýrverkaríshow.
Gevur tú nýggjárslyfti?
- Nei.
Hevur tú nakað nýggjársynski?
- Til dagligt havi eg nógvar ungdómar kring meg. Tað er ein serlig gáva, nú so mong ung leita sær út í heim. Mítt ynski er, at tað skal ganga teimum øllum væl, privat og útbúgvingarliga. Annars royni eg at gleðast um tey smáu tingini í gerandisdegnum, tónleikin og listina, lesa og práta, drekka kaffi við vinfólkum, at sms’a manni og børnum ein muss, keypa inn við foreldrunum leygardag og gera eina góða sós sunnudag. Politiska nýggjársynski er ein nýggj samgonga, sum vendir eygunum til norðurlond heldur enn til USA. Ein samgonga, sum setir javnrætt, solidaritet og vælferð fyri øll - eisini komandi ættarlið - í hásæti. Eftir óteljandi politiskar gølur, sum ikki fáa avleiðingar, ynski eg eisini, at álitið á politisku skipanina verður endurreist.
Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?
- Persónligu útlitini eru torfør at spáa um. Har kunnu vit bert biðja, takka og vóna tað besta. Politiskt stendur fiskivinnunýskipanin fyri durum. Lat meg siga tað soleiðis, at eg vóni ikki, at Fólkaflokkurin fær sín vilja, so fyri allar ævir bert verða tey fáu, politiskt útvaldu, sum sleppa fram at vinnuni og harvið ríkidømi landsins.
At enda ynskir Rigmor Dam øllum eitt eydnuríkt nýggjár, samstundis sum hon takkar fyri tað brátt farna.