Eitt nýtt prýði mitt í Havnini

Á ólavsøku fáa fólk eitt heilt nýtt uppihaldsstað, mitt í Havnini

Nú verður farið undir at fríðka um niðri í Vágsbotni í Havn.

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at taka fyrsta stigið í umfatandi miðbýarætlanini, sum hevur til endamáls at skapa trivnað og lív í miðbýin í Havn.

Og tað verður at gera eina uppihaldstrappu í Vágsbotni, við Mylnugøtu, har víðagitna, Perlan, stóð í síni tíð.

 

Í fyrstu syftu hevur býráðið samtykt at játta 100.000 krónur til at laga brekkuna úr Mylnugøtu niðan á Bryggjubakka, til ætlanina.

 

Annars verður sjálv uppihaldstrappan eitt øki á 310 fermetrar ímillum Mylnugøtu og Bryggjubakka.

 

Meirilutin í býráðnum ivast ikki í, at hetta fer at vera eitt prýði fyri miðbýin, sum fer at savna nógv fólk, eitt nú á ólavsøku, men eisini aðrar tíðir.

Og ætlanin er nettupp, at trappan skal vera liðug á ólavsøku.

 

Talan verður um uppihaldstrappu í ljósum betongi, ið bindur økið framman fyri Bojsensgarð og torgið í Vágsbotni, saman.

Trappan verður skipað við smærri uppihaldsøkjum úr timbri umframt trøum og plantum.

 

Økið verður skipað soleiðis, at fólk við rørslutarni eisini fáa ótarnaða atgongd.

Talan er somuleiðis um ein lítlan pall við segldúki, ið kann setast upp í sambandi við tiltøk av ymsum slagi. Harafturat skal nýtt ljós setast upp, grótlagaði garðurin skal lækkast.

 

Tilsamans verður mett, at hetta fer at kosta 2,3 milliónir krónur.

Býráðslimir halda eisini, at umframt at hetta verður eitt prýði, fer hetta eisini at bøta um ferðsluna í Mylnugøtu og Bryggjubakka, tí har er ruðuleiki.