Eitt nýtt ár er ein nýggj byrjan

- Eg vóni, at eg og øll míni kæru koma at hava lív og góða heilsu, og at tað verður meira friður í heiminum, sigur Pia Holm.

Hvar helt tú nýggjársaftan?

 

- Nýggjársaftan varð hildin saman við dóttrini og sjeikinum inni á Heiðatrøðini hjá lítlusystir, Helenu, við familju.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? 

 

- Eg slapp at uppliva Michael Buble fyri 2. ferð í Royal Arena saman vid dóttrini. Hetta var ein gáva frá henni.

 

Tað sigur Pia Holm á Tvøroyri.

 

Hon leggur aftrat, at løturnar saman við verðins besta bindiklubba eisini eru dýrabarar, eins og cruise-túrurin á páskum saman við sjeikinum og góðum vinfólki var framúr.

 

- Eg gleðist eisini um, at sjeikurin og eg hava gjørt av at flyta saman og fara at umvæla mítt gamla barnaheim, sigur hon.

 

Hvat var tað keðiligasta?

 

- At finna út av, hvussu órættvís menniskju kunnu vera.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Helst ikki.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?

 

- Eg vóni, at eg og øll míni kæru koma at hava lív og góða heilsu, og at tað verður meira friður í heiminum.

 

Pia Holm vísir á, at eitt nýtt ár er ein nýggj byrjan - i sátt og semju. 

 

- Mítt ynski er eisini at skapa nýggj ævintýr og nýggj minnir saman við øllum mínum, sum eg havi kær, leggur hon aftrat.