Ein nýggj undankapping er fyri framman hjá føroyska U21-landsliðnum í fótbólti. Í dag verður fyrsti dysturin í undankappingini leiktur, tá ið Føroyar taka ímóti Aserbadjan á Svangaskarði. Dysturin byrjar klokkan 17.
Við ungdómslandsliðum er tað altíð soleiðis, at manningin støðugt verður skift út av tí logisku orsøk, at leikararnir eldast og gerast ov gamlir til ungdómslandsliðini. Í dag er tað eitt nýtt ættarlið, ið á fyrsta sinni skal royna seg.
Sambært Sosialinum vera tað hesir 11, ið byrja inni: Elias Rasmussen, Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Andrias H. Eriksen, Benjamin Heinesen, Jonas G. Hansen, Haraldur R. Højgaard, Hákun Edmundsson, Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen og Poul Ingason.
Av hesum leikarum, ið væntandi byrja inni, er Poul Ingason einasti maður, sum fyrr hevur leikt ein U21-landsdyst. Andrias Eriksen hevur fyrr verið í hópinum, men er ikki komin á vøllin enn. Tó hava nógv teir leikararnir flestu royndir frá U17- og U19-landsliðunum hjá Føroyum, so tískil er talan ikki um ein ókendan pall fyri nýggja U21-ættarliðið, ið skal royna at fáa eitt gott úrslit í kvøld.










