Eitt neyðugt stig

?Skulu vit bjóða borgarunum tær tænastur, spurt verður um, so mugu vit gera íløgur, og tað kunnu vit ikki sum er, sigur borgarstjóin í Kirkjubøar kommunu, Annfinn Brekkstein, sum metir samanleggingina vera eitt neyðugt stig

Tað var eitt samt bygdarráð, sum góðkendi ætlanina um samanlegging við Tórshavnar kommunu. Sjálvur borgarstjórin, Annfinn Brekkstein, er eisini heitur fortalari fyri samanleggingini.
?Tað eru bert fyrimunir við einari samanlegging, sigur Annfinn Brekkstein.
Kjarnin í hugskotinum og ætlanini um samanlegging við høvuðsstaðarkommununa er at geva borgarunum betri tænastur.
? Skulu vit bjóða borgarunum tær tænastur, spurt verður um, so mugu vit gera íløgur, og tað kunnu vit ikki sum er við verandi íløgukarmi Fólk ynskja barnagarð og aðrar tænastur, og hetta mugu vit bjóða fólki, sigur Annfinn Brekkstein.
Eins og aðrar kommunur hevur Kirkjubøar kommuna fingið álagt eitt íløguloft ? umleið 900.000. Kommunan hevur ikki heimild at taka lán fyri meira enn eina álíkning. Søkt varð um undantaksloyvi fyri at gera størri íløgur, serliga ein barnagarð umframt aðrar íløgur.
?Tá vit fingu hetta at vita, so vistu vit, at tað varð neyðugt við einari samanlegging, sigur Annfinn Brekkstein.
Hin 10. apríl byrjaðu realitetssamráðingar við Tórshavnar kommunu, og leygardagin verður so ein vegleiðandi fólkaatkvøða.
Og fyri Annfinn Brekkstein er tað eingin ivi um, at skulu framstig gerast, so er neyðugt við einari samanlegging. Hann vísir aftur, at hetta hevur verið skundað ígjøgnum.
?Skulu við bjóða nútíðartilboð til nútíðartørv, so er samanlegging neyðug. Vit skulu vera við fíggjarætlanini fyri 2004, og tískil er tað neyðugt at taka avgerðina nú, sigur Annfinn Brekkstein.
Tórshavnar kommuna og Kirkjubøar kommuna eru komnar ásamt um ein sáttmála, sum millum annað inniber, at frá 1. januar 2004, um hesin sáttmálin verður undirskrivaður, so fara allir inntøkur og útreiðslur hjá báðum kommunum fram um kassan hjá Tórshavnar kommunu.
Eisini skal nýggjur barnagarður byggjast.
?Hetta er tað rætta stigið at taka skulu vit flyta okkum fram í tíðini, sigur Annfinn Brekkstein.

Identitetur
Kirkjubøar og Velbastaður hava ein ríka søgu. Tað, ið búgva í kommuni, eru errin av at vera hiðani. Borgarstjórin heldur ikki, at ein samanlegging hevur nakað við mistan identitet at gera.
?Eg eri føroyingur og eins góður velbastaðmaður ella kirkjubømaður, um eg búgvi í Tórshavnar kommunu, sigur Annfinn Brekkstein.