Lýsingin av einum heimaflota í tungum sjógvi hevur í eftirhondini nógv ár breitt seg sum ringar í sjónum. Vit síggja eina mynd av einum fiskiflota, ið er ov stórur til ta nøgd av fiski, ið er at fiska. Vit síggja fiskiskip, sum ikki tjena pengar. Og hartil kemur áhaldandi diskusjónin um, hvussu fiskiskapurin skal stýrast, soleiðis at veiðan er burðardygg.
Málsetningurin við árliga Fiskivinnutinginum í Norðurlandahúsinum mikudagin var at lýsa avbjóðingar og møguleikar fyri eini lønandi og burðardyggari botnfiskaveiðu.
Fiskifrøðingar, búskaparfrøðingar og umboð fyri vinnuna góvu síni íkast til henda problematikkin, ið tyngir okkara traditionellu høvuðsvinnu.