Tað verður mett sum sera grovt at melda nakran falskt fyri neyðtøku. Bæði tí tað er hart fyri tann, sum ldaður verður, og tí politiið verður sett í gongd við at gera eitt størri arbeiði, ið vísir seg ikki at hava nakað endamál.
Men kortini slapp ein 19 ára gomul við einum linum dómi fyri at hava meldað ein mann falskt fyri neyðtøku.
Politiið arbeiddi í nakrar dagar við málinum, og tað kom so langt sum, at maðurin varð skuldsettur. Men tá ið hann varð avhoyrdur, hingu forkláringarnar ikki saman.
Og tá ið kvinnan fekk at vita, hvat hann hevði sagt, viðgekk hon, at talan var ikki um neyðtøku. Hon hevði meldað neyðtøku í vónini um at fáa loyst aðrar trupulleikar, sum hon hevði. Tað var sostatt eitt neyðarróp, og júrt við atliti til persónligu viðurskifti hennara var dómurin linari, enn hann annars hevði verið.
Dómurin var 20 daga treytað fongsulsrevsing við royndartíð í tvey ár. Tað vil siga, at hon skal ikki inn at sita, ger hon einki revsivert næstu tvey árini.
Haraftrat skal hon vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini í eitt ár.
Tað var í fjør summar, at kvinnan falskt meldaði neyðtøkuna.










