Í dag hevur samgongan verið á samgongufundi í Tinganesi. Løgmaður greiðir frá á Rás2, at tey høvdu eina semju, sum øll í samgonguni undirskrivaðu, og so hevur man arbeitt út frá tí. Síðani er ymiskt komið fram – tað verið seg hoyringssvar frá relevantum pørtum, kjak í miðlunum og annað, og samstundis kennir man í dag kvoturnar fyri 2018 í ávísan mun – nakað man ikki kendi fyri nøkrum mánaðum síðani.
Alt hetta hevur fingið summi samgongufólk at ivast, og tí hevur samgongan í dag viðgjørt støðuna, og roynt at funnið fram til, hvar fólk eru í mun til verandi semju, hvar mørkini hjá samgongufólkini eru, hvørjar tillagingar kunnu gerast og so framvegis. Víðari ætlar samgongan sær at samráðast víðari út frá hesum kjakið. Men um eingin semja finst, so eru ikki nógvir møguleikar eftir hjá løgmanni.
- Eg havi sjálvandi vónir um, at samgongan kann bera málið ígjøgnum. Men eg má eisini viðganga, at støðan er trupul í løtuni, sigur Aksel V. Johannesen við Rás2 í dag, og heldur fram.
- Eg hugsi fyrst um møguleikarnar at fáa semjuna ígjøgnum. Kemur tað ikki ígjøgnum, so er tað í øllum førum ein møguleiki, at tað verður neyðugt at skriva út nýval, sigur løgmaður og ger tó greitt, at tað er ikki tað hann ynskir.
Árni Gregersen var staddur á Tinganesi, tá ið samgongufundurin var liðugur í dag. Trýst á her fyri at síggja eina videosamrøðu við Høgna Hoydal.










