FÓLKAKIRKJAN
Bertel Haarder, kirkjumálaráðharri, segði m.a. í røðu síni í Norðurlandahúsinum, at yvirtøkan av kirkjuni ikki er eitt slit, men ein natúrlig gongd og byrjanin upp á at samstarva á ein nýggjan hátt. Hann rósti bæði teimum føroysku og donsku embætisfólkunum fyri fyrireikingarnar til yvirtøkuna, og lovaði, at danir fara at hjálpa føroyingum við útbúgvingartilboðum, fundarvirksemi og serkunnleika til møguligar lærusakir, um slíkar skuldi komið fyri.
Grundtvig fegnast
Bertal Haarder skemtaði við at siga, at hann væntaði, at sjálvur Grundtvig sat uppi í himni og vælsignaði yvirtøkuna, tí Grundtvig hevði longu í 1850’unum róð framundir, at føroyskt mál skuldi brúkast í kirkjuligum viðurskiftum. Kirkjumálaráðharrin væntaði eisini, at I.C. Christenen vælsignaði yvirtøkuna úr himninum. Bertel Haarder vísiti á, at Christensen man eiga sín lut í í, at danska fólkakirkjan er skipað, sum hon er í dag, og í síni tíð fekk hann saman við føroysku fólkatingsmonnunum, Patursson og Bærendsen, eitt kompromis um føroyskt kirkjumál. Hetta kundi Løgtingið annars ikki semjast um.










